Á Bylgjulongd týsdagin 29. mars 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 29. mars 2016

Fyrst hava vit Harry Guðmundson í útvarpsstovuni. Harry er føddur og uppvaksin í Íslandi, men hevur eisini búð nógv av lívinum í Danmark. Kona Harry er ættað úr Søldafirði. Tey hava 3 børn og 8 barnabørn. Harry, sum í dag er 70 ár, arbeiðir sum lækni á Landsjúkrahúsinum, við sergrein í ortopædi. Í 1977–1981 var hann sum ungur lækni saman við familjuni; eitt 4 ára tiðarskeið í Sierra Lione í Afrika. Har arbeiddi hann á sjúkrahúsi hjá Adventistakirkjuni. Hann greiðir frá viðgerðini og umstøðunum í samband við m.a. spidalsku sjúku.
Síðani er Hans David Dam Jacobsen í útvarpstovuni og greiðir frá árligu felagsgudstænastuni, sum í ár verður hjá samkomuni Immanuel í Hoyvík, 29. mars kl. 19:30, har Poul Guttesen kemur at tala. Fleiri kirkjur og samkomur í Tórshavn standa saman um hetta tiltak.

Vertur: Teresa Damgaard-Jarnfoss. Teknikari Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking