Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. mars 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. mars 2016

Fyrst hoyra vit um Páskastevnuna, sum verður í Siloa og í Ítróttarhøllini Kambsdali í døgunum 24.-28. Mars 2016. Vit ringja til Páll á Lakjuni, ið greiðir frá. Skráin sæst á Siloa.fo. Síðani hoyra vit um felags kristligu ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, “Vend 2016”, ið verður mána- og týskvøldið 21. og 22. mars 2016. Endamálið er at eggja hvørjum øðrum til at venda aftur til tað, sum veruliga hevur týdning í lívi teirra kristnu. Samrøðan verður berandi formurin í tiltakinum. Luttakandi verða Høgni Johannesen, Ann Dahl Hansen, Símun Absalonsen og Heine Lützen, og høvi verður at seta spurningar. Felagssangur við kendum møtisangum verður eisini. Tað kostar einki at koma inn – tó kunna tey sum ynskja, stuðla tiltakinum. Tað er heldur ikki neyðugt at melda seg til áðrenn ráðstevnuna. Byrjað verður kl. 19:30 bæði kvøldini.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Siloa í Fuglafirði
Siloa í Fuglafirði

Skriva viðmerking