Monthly Archives: mars 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 31. mars 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 31. mars 2016

Flogskipari, bakari, kokkur og sjómaður – sum elskar Jesus
Gesturin hevur greiðar meiningar um dagsins spurningar, røddin er góð, lyndið lætt, hann hevur spennandi útbúgvingar- og so elskar hann Jesus. Tað var ein gleði at tosa við Vilhelm í Skálanum um Frelsaran.

Vertur: Jenis av Rana
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 31. mars 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 31. mars 2016

Fyrst í sendingini tosa vit við Annu Viðstein um Aglow í Norðoyggum og í síni heild í Føroyum. Anna nevnir um eitt tiltak í Libanon í Sørvági nú leygardagin 2. Apr. 2016. Anna lesur søguna: Gud arbeiðir og Susi. Síðani kunnar Maria Mørkøre um eitt tiltak, undir heitinum: PIT-STOP fyri hjún, sum verður á Hotel… Les meira

Muffins mikukvøldið 30. mars 2016

Muffins mikukvøldið 30. mars 2016

Vit hava vitjan av Eyðun Jacobsen, ið tosar um ymist frá lívinum og um lívið saman við Jesusi. Nógv verður tosa um lívið hjá Eyðuni sum sangara. Eyðun hevur sjálvur vinningar við í sendingina, sum eru tvær fløgur hjá honum sjálvum, nevniliga: “Ein Undurkelda” og “Á veg heim”, ið verða burturlutaðar til tríggjar hepnar vinnarar.… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 30. mars 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 30. mars 2016

Dánial hugleiðir um munin millum, hvussu Jesus opinberaði seg fyri lærusveinunum og øðrum aftaná í mun til áðrenn uppreisnina. Lisið verður úr Luk. 24, 25-35 og Jóh. 21. Poul Færø tosar síðani fyrst út frá 1. Tim. 4,15: “Hugsa um hetta, liv í hesum, so framgongd tín kann verða øllum opinber” og í hesum sambandi… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 29. mars 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 29. mars 2016

Fyrst hava vit Harry Guðmundson í útvarpsstovuni. Harry er føddur og uppvaksin í Íslandi, men hevur eisini búð nógv av lívinum í Danmark. Kona Harry er ættað úr Søldafirði. Tey hava 3 børn og 8 barnabørn. Harry, sum í dag er 70 ár, arbeiðir sum lækni á Landsjúkrahúsinum, við sergrein í ortopædi. Í 1977–1981 var… Les meira

Muffins mikukvøldið 23. mars 2016

Muffins mikukvøldið 23. mars 2016

Hesaferð hava vit Bjarna Viggo Hansen á gátt. Bjarni er í herskyldu í Danmark í løtuni. Vit tosa við Bjarna, um lívið saman við Jesusi í slíkum umstøðum. Bjarni sigur at tað til tíðir kann verða ein hørð og stravin tilvera – til dømis tá hann var á felttúri/herferð úti í náttúruni í eina viku,… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 23. mars 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 23. mars 2016

Dánial lesur úr Luk. 22, 14-20, við serligum denti á vers 15: “Hann segði við teir: “Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalamb við tykkum, áðrenn Eg líði. ..””. Hvørt tað einasta menniskja, er umfatað av Hansara innasta hjarta longsli; tí Hann hevur tikið burtur alla synd heimsins. Onnur skriftbrot: 1. Jóh. 2,… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 22. mars 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 22. mars 2016

Í útvarpsstovuni er gestur okkara Sólrun Poulsen. Evnið í sendingini er Páskirnar, har tosa verður um hendingarnar í páskavikuni, m.a. um tá Jesus reið inn í Jerusalem; um tá Jesus varð krossfestur og um Jesu uppreisn. Eisini er ein SMS-spurnarkapping á skránni, har ein páska kurv, við nógvum góðum í kann vinnast, sum Blómuhandilin Árstíðirnar… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 21. mars 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 21. mars 2016

Fyrst hoyra vit um Páskastevnuna 2016 í Oasuni í Hoyvík, ið er frá 24.-28. mars. Í útvarpsstovuni greiða Dávid Petersen og Jóhan Petur Johannesen frá stevnuni. Skráin sæst á heimasíðuni: Oasan.fo. Møtini verða stoyma á heimasíðuni hjá Oasuni. Lindin fer at senda frá hesum møtum. Síðani hoyra vit um altjóða Down Syndrom dagin, sum er… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. mars 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. mars 2016

Fyrst hoyra vit um Páskastevnuna, sum verður í Siloa og í Ítróttarhøllini Kambsdali í døgunum 24.-28. Mars 2016. Vit ringja til Páll á Lakjuni, ið greiðir frá. Skráin sæst á Siloa.fo. Síðani hoyra vit um felags kristligu ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, “Vend 2016”, ið verður mána- og týskvøldið 21. og 22. mars 2016. Endamálið er at… Les meira