Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. feb. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. feb. 2016

Fyrst hoyra vit Inge Lise Lollike, greiða frá altjóða kvinnubønardegnum, sum verður kring landi fríggjadagin 4. mars, kl. 19:30, á hesum støðum. Í Frelsunarherinum í Vági, í Vestmanna, við at seta seg í samband við Anniku Nielsen, tlf. 214489, í Filadelfia, Tórshavn og í Solo Deo Gloria, Klaksvík. Eisini greiður Inge Lise frá einum inspriatióndegi, ið verður í morgin 27. Feb. 2016, í Katólsku kirkjuni í Havn, kl. 14:00. Fokus, frágreiðing og bøn verður fyri Cuba og lisið verður úr Mark.kap. 10, 13-16. Allar kvinnur eru vælkomin til hesi tiltøk. Síðani hoyra vit eitt brot úr sendingini Muffins, har tað varð kunngjørt, at bólkurin Planetshakers kemur til Føroyar at halda konsert í Kelduni í Skálafyrði mikukvøldið 18. Mai 2016. Til seinast hoyra vit eitt brot úr eini stuðulssendinig 2009, har práta verður við Regin Guttesen og har vit hoyra hann syngja nakrar sangir.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking