Monthly Archives: februar 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 29. feb. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 29. feb. 2016

Fyrst í sendingini er Johan Petur Johannesen gestur, ið er innsettur sum nýggjur landsleiðari hjá OM í Føroyum. Greitt verður frá OM felagsskapinum. Meir kunning fæst á heimasíðuni OM.FO og á tlf. 219923 og á Facebook: OM Føroyar. Síðani greiður Johan Petur frá um Páskastevnuna 2016 í Oasuni í Hoyvík, har Eivin Frøen, úr Norra, verður høvuðstalari. Síðani ringja vit til Svein í Prestgarði, sum saman við bólki fer at at hava ókeypis konsert á Reinsarínum, Tórshavn, nú fríggjakvøldið 4. mars 2016, kl. 21:00.

Vertir: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. feb. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. feb. 2016

Fyrst hoyra vit Inge Lise Lollike, greiða frá altjóða kvinnubønardegnum, sum verður kring landi fríggjadagin 4. mars, kl. 19:30, á hesum støðum. Í Frelsunarherinum í Vági, í Vestmanna, við at seta seg í samband við Anniku Nielsen, tlf. 214489, í Filadelfia, Tórshavn og í Solo Deo Gloria, Klaksvík. Eisini greiður Inge Lise frá einum inspriatióndegi,… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 25. feb. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 25. feb. 2016

Í útvarpsstovuni eru hjúnini Selma og Tórður Johannesen, Miðvágur. Tey greiða frá barnárum, uppvøkstri, um teirra familjulív, um eydnu- og nøgdsemi í hjúnarbandinum og um sang, sum hevur stóran týdning í teirra lívi. Tey hava fýra sangir við í sendingini, sum er ein slags “frumframførsla”, (har Lilja og Dávid Mørkøre og Erik Biskopstø eru við… Les meira

Muffins mikukvøldið 24. feb. 2016

Muffins mikukvøldið 24. feb. 2016

Terji Vestergaard er gestur og greiður frá upplivingum sum smádrongur i Sumba, um ungdóm i útlondum‚ familjulív‚ sum pápi og lovsongsleiðari í Kelduni. Dugnaligi tónleikarin Terji, spælir i hesum sambandi eitt lag fyri okkum. Eisini verður avdúka, at Planetshakers kemur til Føroya 18. mai 2016 at hava konsert í Kelduni. Vertir: Heri Danielsen, Hans Terji… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 23. feb. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 23. feb. 2016

Vit hava vitjan í útvarpsstovuni av Hans Berntsen úr Danmark, sum hevur møtirøð í Føroyum nú frá 22.-25. feb. 2016, har hann bjóðar fólki at hoyra um Jesus og har hann biður fyri fólki sum ynskja tað. Í sendingini greiður hann eisini frá hvussu hann kom at kenna Jesus og ymiskum upplivingum saman við Jesusi.… Les meira

Møtir við Hans Berntsen 22.-25. feb. 2016

Møtir við Hans Berntsen 22.-25. feb. 2016

Møti við grøðanarevangelistinum Hans Berntsen verða: Í Oasuni í Hoyvík: mánakvøldið 22. feb. kl. 20.00 Á Seglloftinum á Tvøroyri: týskvøldið 23. feb. kl. 19.30 Í húsinum við Á í Porkeri: Mikukvøldið 24. feb. kl. 19.30 Í Kelduni í Skálafirði: Hóskvøldið 25. feb. kl. 20.00 Kom við, sig øðrum frá, tak onnur við- síggj fram til… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 19. feb. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 19. feb. 2016

Vit práta við Heidi Thomsen og Tamaru Mneney, sum hava verið í starvsvenjing í Lindini seinastu 14 dagarnar. Vit hoyra eitt innslag, sum tær hava gjørt, har tær práta við Oddvør Toftanes á Lakjuni, Hannu Lervig og Hjørdis á Dalbø Gregersen, har tær hava verið í starvsvenjing. Síðani hava vit vitjan av Jóannes Fondsdal, Vestmanna,… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 18. feb. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 18. feb. 2016

Hans Berntsen í Føroyum. Eitt sera áhugavert prát um søguna aftan kenda grøðanarprædikumannin Hans Berntsen, sum enn einaferð vitjar okkum. Vit hoyra um mongu grøðanarundrini tey uppliva, sum verða biðin fyri- og um einfalda boðskap hansara um grøðaran Jesus. Vertur: Jenis av Rana Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 18. feb. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 18. feb. 2016

Í útvarpsstovuni er gestur okkara Anna Maria Ragnarsson, Klaksvík. Hon greiður frá síni lívssøgu og lívsroyndum. Um barnaár og uppvøkstur og sorgir í familjuni. Hvussu tað er at missa yngsta beiggjan í bilvanlukku; um sonin við serligum avbjóðingum; um at missa mannin í bestu árum av herviligari sjúku og hvar Gud var í øllum hesum… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 17. feb. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 17. feb. 2016

Dánial hugleiður um: “Hvat er tað sum definerðar meg; hvat er tað sum sigur hvør eg eri” – og út frá hesum, um at velja hin góða lutin. Lisið verður úr Luk.kap. 10, 38-42, um Martu og Mariu. Síðani Sálm. 73, 25-26 og Luk.kap. 10, 25-37, um hin miskunsama Samverjan. Poul Færø kemur síðani við… Les meira