Monthly Archives: januar 2016

Muffins mikukvøldið 20. jan. 2016

Muffins mikukvøldið 20. jan. 2016

Vit práta við Elisu Fríðfljóð Petersen um Mission-net. Mission-net er ein lega, sum er í Týsklandi annaðhvørt ár, har fleiri túsund fólk frá ymiskum londum fara at halda nýggjár og prísa Gudi. Vertir: Jákup Nolsøe Olsen, Ester Kjelnæs og Hans Terje Vestergaard er teknikari Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 20. Jan. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 20. Jan. 2016

Dánial lesur m.a. úr 1. Korintbræv kap. 2 og nemur við hvat bøn er og kemur síðani avleiðandi inn á opinbering og fylling Heilaga Andans. Seinni kemur Poul Færø við í sendingina, har samtalan fyrst snýr seg um umsorgan Andans, Fillipibrævið kap. 2, 19-20 – og seinni um Kristi sinnalag og verk holdsins. Vertur: Dánial… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 19. Jan. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 19. Jan. 2016

Vit ringja til Jonnu á Sondum Eysturbú, sum samskipar móttøku av bakstri v.m. í samband við føðingardagin hjá Lindini, um onkur hevur møguleika at baka smákøkur og bollar ella at hjálpa til í samband við at dekka borð á Østrøm osv. Ringjast kann til Jonnu um hetta á tlf. 218109. Eisini er møguleiki at stuðla… Les meira

Orðið.fo – nýggj heimasíða

Orðið.fo – nýggj heimasíða

Á heimasíðuni orðið.fo stendur at lesa: “Orðið.fo er ein heimasíðutænasta undir Evangelisku Røddini. Orðið.fo hevur sum endamál at veita kristiligt lærutilfar til føroyingar. Bøn og vón okkara er, at heimasíðan verður samkomum og einstaklingum til uppbygging.” Víðari stendur at lesa, at heimasíðan verður fyri tað mesta dagført við bíbliutímum tiknir á video, men heimasíðan verður… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 18. jan. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 18. jan. 2016

Fyrst hoyra vit um føðingardagssendingina hjá Lindini, sum verður komandi leygardag 23. Januar. Vit ringja til Sámal Toftenes, sum er eitt av listarfólkunum, ið gevur ein av málingunum, sum verður við á uppboðsøluni føðingardagin. Vit ringja til Heðin Askham, sum saman við bólki, eisini kemur at luttaka. Til seinast í sendingini hava vit vitjan av… Les meira

Lindin 16 ár

Lindin 16 ár

Niðri í Rættará, í Østrøm, hevur Lindin øðrvísi stuðulsdag komandi leygardag, 23. januar Eins og á stuðulsdegnum í 2014, verða beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir í glasaðum ljóðrúmi. Ímillum ymsu skiftini koma bólkar og einstaklingar at framføra livandi tónleik‚ m.a. Heðin Askham‚ Systrar‚ Terje Vestergaard og Lisa Frederiksberg‚ Olvheðin Jacobsen‚ Gentukórið í Meinigheitshúsinum og… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 14. Jan. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 14. Jan. 2016

Hanna Heinesen, sum við familjuni býr á Glyvrum, var gestur okkara í sendingini. Hon greiddi frá sínum uppruna og sínum fyrstu barnaminnum; um tryggan uppvøkstur í eini góðari familju; um sunnudagskúlan og skúlaárini, har tey m.a. gjørdu útferðir, sum hon minnist gott aftur á. Hanna starvast sum lærarainna, er gift og hava tey ættleitt tvey… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 14. Jan. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 14. Jan. 2016

Fyrst í sendingini hoyra vit Hanus á Gørðum greiða frá einum sorgarbólki, sum byrjar komandi mánakvøld, tann 18-01-2016 í Christianskirkjuni. Tosa verður um alt tað, sum er torført og hoyra um, hvussu onnur hava tað. Roynt verður at finna stuðul og møguligar loysnir til ein øðrvísi gerandisdag. Prestarnir, Marjun og Hanus, saman við Elisabeth Akursmørk… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 13. Jan. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 13. Jan. 2016

Dánial umrøður bøn og lesur ymisk skrivsstøð í Efesusbrævinum kap. 1, 2, 3 og úr Mat. Kap. 6, 7-8. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina, har lisið verður m.a. úr Fillipibrævinum kap. 2. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save… Les meira

Muffins mikukvøldið 13. jan. 2016

Muffins mikukvøldið 13. jan. 2016

Bjørg Clementsen er gestur, og tosar um sínar persónligu upplivingar saman við Gudi, tá hon var á Transit runt í 15 ymiskum londum, bæði at boða boðskapin út, og at hjálpa við ymiskum praktiskum tingum, har tey komu til. Tey koyrdu í einum bussi í gjøgnum hesi londini, og búðu tey eisini í hesum bussinum,… Les meira