Monthly Archives: januar 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. jan. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. jan. 2016

Fyrst hoyra vit eina samrøðu við Christina Brauner, sum hevur verið jarðarmóðir í Føroyum. Christina greiðir m.a. frá um felagsskapin, sum hon sjálv hevur stovna, ið eitur “Hjerte for liv”, sum ráðgevur, stuðlar og hjálpir kvinnum o.ø. í umstøðum kring fosturtøku. Meira kunning fæst á heimasíðuni hjerteforliv.dk ella á ráðgevingar síðuni www.hvadnu.dk. Síðani hava vit samrøðu við Gwenda og Wayne Simmonds, sum virka í Impact Church í Danmark. Tey greiða frá hvat Gud hevur gjørt í teirra lívið, um teirra vitnisburð og annað.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 28. jan. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 28. jan. 2016

Fyrst hoyra vit eina andakt, undir heitinum verið neyv í bønini, sum Tóra við Keldu lesur. Síðani er gesturin í sendingini Kristian Fríðrik Olsen, har evni er náðin í Kristusi. Vertur: Rógvi Joensen – Teknikari: Albin Johannesen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…”… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 27. jan. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 27. jan. 2016

Dánial lesur úr Jóh. og hugleiðir fyrst um bøn og tosar víðari um ávøkstur Heilaga Andans, sum fremur sítt verk í okkum. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina, har samtalan fyrst heldur fram um Andans ávøkstur í okkum og fer síðani inn á virksama sinnalag Kristusar í okkum og tekur hugmyndina úr øllum fýra… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 26. jan. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 26. jan. 2016

Vit hoyra fyrst brot úr 16 ára føðingardags sendingini, sum var leygardagin 23. Januar 2016. Samrøða er við Elken Olsen í samband við bønartænastuna í Lindini. Eisini hoyra vit barnakórið í Meinigheitshúsinum syngja nakrar sangir. Ein samrøða er eisini við Svein í Prestgarði um ymist í lívinum. Seinast í sendingini ringja vit til Anskar Hansen,… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 25. jan. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 25. jan. 2016

Fyrst í sendingini hoyra vit Dánjal Poulsen greiða frá einum minningarhald um Holocaust, sum vinarfelagið Føroyar-Ísrael skipar fyri í Østrøm hóskvøldið 28. januar kl. 19.30. Høvuðsendamálið er at minnast og upplýsa um ræðuleikarnar í Evropa undir seinna heimsbardaga, at tílíkt ikki fer at endurtaka seg. Ísraelsmaðurin Omri Galperin, fer at greiða frá um Holocaust og… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 22. jan. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 22. jan. 2016

Fyrst í sendingini hoyra vit eitt brot úr táttinum: “Søgan um sangin”, sum er eitt prát við Heina Lutzen um ein sang hann hevur gjørt. Síðani hoyra vit eitt brot úr ON-LINE sendingini frá hóskvøldinum 21. Jan. 2016, har Jenis av Rana og Preben Hansen tosa um søguna hjá Lindini og um 16 ára føðingardagshaldi… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 21. jan. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 21. jan. 2016

Kendur amerikanskur Bíbliulærari í Føroyum. Í dag hoyra vit um vitjanina hjá kenda prædikumanninum, læraranum, granskaranum og kjakaranum Dr. Michael Brown í Føroyum- og um føðingardagshaldið hjá Lindini. Gestir eru Høgni Johannesen og Rani Skaalum. Vertur: Jenis av Rana Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 21. jan. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 21. jan. 2016

Í sendingini er Andreas Nýggjagarð gestur. Hann tosar um tey forfylgdu kristnu kring heimin. Eivinn Bringsberg hevur eisini ein evangeliskan boðskap. Vertur: Maria Mørkøre og Eivinn Bringsberg – Teknikari: Albin Johannesen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira