Á Bylgjulongd mánadagin 21. des. 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 21. des. 2015

Vit ringja til Svenning av Lofti, um tænastuna at vitja fólk, sum eru í einsemi og/ella búgva einsamøll – serliga nú jólini eru í hondum. Síðani ringja vit til Kristinu Hansen, frá Kelduni í Skálafirði, og hoyra um eitt afturvendandi tiltak, undir heitinum “Vit syngja jólini inn”, sum verður mikukvøldið 23. Desembur 2015, kl. 21. Petur Hans Hansen fer at syngja við bólki og harafturat verður nógvur felagssangur. Ókeypis atgongd. Undir sangløtuni verður innsavnan til missión. Síðani tosa vit við Leivur Fossdal Guttesen, hvussu hann minnist jólini fyrr í tíðini. Leivur hevur nógv áhugavert at greiða frá. Og aftaná tað ringja vit til Mariu Jørdal Niclasen, prest, um jólaguðstænastur, bæði í Kvívík og Kollafirði.

Vertir: Tór Arni Samuelsen og Preben Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking