Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. des. 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. des. 2015

Fyrst í sendingini hava vit eitt prát við Tór Ingar Akselsen, sum saman við familjuni er í USA, Orlando, har hann er trúboði hjá Youth With A Mission (YWAM). Tór Ingar greiðir frá, at tey fara til Japan í komandi ári, saman við einum toymi. Eingin fær løn í tænastuni. Til ber at stuðla teimum í tænastuni. Tey hava konto í Eik: 9181-447.287.1. Síðani ringja vit til Jórun Pólsdóttir Danielsen, um eitt tiltak undir heitinum “Harranum Lovið”, sum skipa verður fyri 2. Jólakvøld. Byrja verður klokkan 19:30 við sangløtu, – og klokkan 22:00 verður lovsongsløta. Tiltøkini verða í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum. Har verður tónleika framførðslur, felagssangur og vitninsburður. Øll eru vælkomin.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking