Monthly Archives: desember 2015

Muffins mikukvøldið 30. des. 2015

Muffins mikukvøldið 30. des. 2015

Gestur í sendingini er tann væl kendi tónleikarin/sangarin Tummas Eivind J. Hansen, sum framførur nøkur løg fyri okkum. Eisini lutar hann sín vitnisburð. Vitja facebooksíðuna á facebook.com/muffinsungdomssending

Vertir: Kirstin Helena Hansen, Bjarni Viggo Hansen, Jákup Nølsoe Olsen og Hans Terje Vestergaard
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Tummas Eivind J. Hansen
Tummas Eivind J. Hansen
Á Bylgjulongd mikudagin 30. des. 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 30. des. 2015

Dánial lesur Mark. 1, 21-25, Luk. 4-20 og Áp. 28, 13-15. Árið 2015 er við at fara aftur um bak og vit standa á gáttini til nýggja árið. Dánial hugleiðir um “tað nýggja og tað gamla”, um tann nýggja sáttmálan og tann gamla sáttmálan. Jesus er komin og tað er tað nýggja. Jesus gjørdist bót… Les meira

Muffins mikukvøldið 23. des. 2015

Muffins mikukvøldið 23. des. 2015

Gestur í sendingini er Jógvan Simonsen. Eisini hoyra vit at Katja Joensen vann “Dáma og deil” kappingina á Facebook. Vitja facebooksíðuna á facebook.com/muffinsungdomssending Vertir: Jóhannes Nielsen, Heri Danielsen, Maria Petersen og Hans Terje Vestergaard Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 23. des. 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 23. des. 2015

Dánial lesur úr Jóh.kap. 1, og hugleiðir um Messias sum Orðið frá Gudi í samband við jólini. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina. Hann lesur og umrøður Matt. 11, ørindir 18-19 og 25-27 og síðani afturlítandi hendingar fyrr, í heimbygdini á Toftum; so um royndir saman við Gudi; um nærveru Guds og umsorgan –… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 22. des. 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 22. des. 2015

Fyrst ringja vit til Regin Guttesen, sum virkar sum trúboðari í Italia. Tosa verður um ymist, m.a. um hvussu tey halda jól og um hvussu tað er at hava fingið tvey børn afturat í familjuna. Tey hava ættleitt tvær gentur, Megan og Trisha, úr Filipsoyggjunum. Síðani hava vit Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn í útvarpsstovuni.… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 21. des. 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 21. des. 2015

Vit ringja til Svenning av Lofti, um tænastuna at vitja fólk, sum eru í einsemi og/ella búgva einsamøll – serliga nú jólini eru í hondum. Síðani ringja vit til Kristinu Hansen, frá Kelduni í Skálafirði, og hoyra um eitt afturvendandi tiltak, undir heitinum “Vit syngja jólini inn”, sum verður mikukvøldið 23. Desembur 2015, kl. 21.… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. des. 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. des. 2015

Fyrst í sendingini hava vit eitt prát við Tór Ingar Akselsen, sum saman við familjuni er í USA, Orlando, har hann er trúboði hjá Youth With A Mission (YWAM). Tór Ingar greiðir frá, at tey fara til Japan í komandi ári, saman við einum toymi. Eingin fær løn í tænastuni. Til ber at stuðla teimum… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 17. des. 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 17. des. 2015

Sendingin ber brá av at jólini eru í hondum. Henrikka Bringsberg lesur jólasøguna: “Dúkurin vovin úr gulli og fýlabeinsmynstri”, har trupuleikar og mótloysi, vendast til gleði og meining í lívininum. Síðani hevur Eivinn Bringsberg hugleiðing um jólaboðskapin í Matteus evangelium. Fyrri gesturin er Ólavur Jacobsen, har samrøðan lýsir broytingina í lívinum hjá honum og um… Les meira

Muffins mikukvøldið 16. des. 2015

Muffins mikukvøldið 16. des. 2015

Í sendingini hevur Heðin Askham “Live” tónleik, saman við honum er Jóel Bringsberg. Vitja facebooksíðuna á facebook.com/muffinsungdomssending Vertir: Eyðstein Zachariasen, Jonna Poulsen, Rúni Rógvason Rasmussen, Rani Hansen og Benjamin Tvørfoss Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 16. des. 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 16. des. 2015

Dánial leggur fyri við at lesa úr Luk. 2 og hugleiðir um føðing Jesusar. Poul Færø lesur Efs. 3, um kall Paulusar at kunngerða boðskapin fyri heidningum og 1. Kor. 1, um troyst Guds í trongdum og lýsir við dømum um hetta, við at vísa á m.a. Dánjal og vinir hansara í útlegd og lívi… Les meira