Á Bylgjulongd mánadagin 30. nov. 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 30. nov. 2015

Vit hava vitjan av Jaspur Johannesen, sum greiðir frá ætlanum, at hava tíðindasendingar í Lindini. Síðani hava vit vitjan av Eileen Ejdesgaard, umboð fyri Bindifestivalin í Fuglafirði. Bindifestivalurin verður 14.-16. apríl 2016. Til ber at fara inn á heimasíðuna: bindifestival.com og har kunnað seg meira um festivalin v.m. Til seinast hava vit vitjan av Marius Dam Vang og Petur Jákup Heinesen, har vit hoyra um eitt ungdómstiltak í Missiónshúsinum í Leirvík, “PraiseToNight”, har útgávu konsert verður við Heðin Askham og vitnisburður, lovsangur v.m. Leirvíkar Missiónshús hevur heimasíðuna: leirvikar.fo

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Leirvíkar missiónshús

Skriva viðmerking