Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. nov. 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. nov. 2015

Fyrst í sendingini ringja vit til Asbjørn Jacobsen, um eitt “syngi-við-tiltak” í Missiónshúsinum í Leirvík, har eitt harmonikulið, sum ferðast kring landið, kemur at luttaka við kendum sangum. Síðani hava vit vitjan av Manuel Delgado saman við Wayne og Gwenda Simmonds, ið eru á vitjan í Føroyum. Tey arbeiða í eini samkomu í Roskilde, Danmark, sum nevnist Impactchurch. Meira kunning um samkomuna ella skúlan fæst, við at fara inn á heimasíðunar: Impactchurch.dk ella impactschool.dk. Til seinast ringja vit til Jórun Poulsdóttir Danielsen og tosa við hana um ungdómssendingina “Muffins”, sum nú verður aftur á skránni í Lindini hvørt mikukvøld.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Leirvíkar missiónshús

Skriva viðmerking