Á Bylgjulongd týsdagin 17. nov. 2015

Fyrst práta vit við Bergur Debes Joensen, prest, um trúgv, vantrúgv og iva. Síðani ringja vit til Zacharias Zachariassen i samband við eina bók, sum er komin út, undir heitinum “Fótaspor”. Hetta eru greinar, ið Zacharias hevur skrivað og sum hava staðið í Røddini og Leirkerinum. Til seinast ringja vit til Sissal Drews, sum býr í París, um støðuna aftaná yvirgangsálopið fríggjakvøldið.

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

zachariaszachariassen01_klipt-jpg

Skriva viðmerking