Monthly Archives: november 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 30. nov. 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 30. nov. 2015

Vit hava vitjan av Jaspur Johannesen, sum greiðir frá ætlanum, at hava tíðindasendingar í Lindini. Síðani hava vit vitjan av Eileen Ejdesgaard, umboð fyri Bindifestivalin í Fuglafirði. Bindifestivalurin verður 14.-16. apríl 2016. Til ber at fara inn á heimasíðuna: bindifestival.com og har kunnað seg meira um festivalin v.m. Til seinast hava vit vitjan av Marius Dam Vang og Petur Jákup Heinesen, har vit hoyra um eitt ungdómstiltak í Missiónshúsinum í Leirvík, “PraiseToNight”, har útgávu konsert verður við Heðin Askham og vitnisburður, lovsangur v.m. Leirvíkar Missiónshús hevur heimasíðuna: leirvikar.fo

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Leirvíkar missiónshús

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. nov. 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. nov. 2015

Fyrst í sendingini ringja vit til Asbjørn Jacobsen, um eitt “syngi-við-tiltak” í Missiónshúsinum í Leirvík, har eitt harmonikulið, sum ferðast kring landið, kemur at luttaka við kendum sangum. Síðani hava vit vitjan av Manuel Delgado saman við Wayne og Gwenda Simmonds, ið eru á vitjan í Føroyum. Tey arbeiða í eini samkomu í Roskilde, Danmark,… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 26. nov. 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 26. nov. 2015

Gestir eru hjúnini Randi og Jákup Eli Østerø. Randi greiðir frá uppruna og uppvøkstri. Um upplivingar og avbjóðingar í lívinum. Jákup Eli umrøður viðurskiftir og samanspælið, millum tað tímiliga og andaliga í gerandislívinum. Vertur: Eivinn Bringsberg og Maria Mørkøre – Teknikari Kristin Akursmørk Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 25. nov. 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 25. nov. 2015

í fyrra tímanum er Johannes Poulsen gestur hjá Dánial. Samrøðan snýr seg m.a. um nýggju fløguna, sum Johannes Poulsen hevur givið út – og sangir av fløguni verða spældir. Seinna tíman er Poul Færø í útvarpsstovuni. Poul framber hugsanir m.a. úr Hebr. 4,12: “Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 24. nov. 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 24. nov. 2015

Vit hoyra um virksemi hjá Barnahjálpargrunninum. Vit hava vitjan av Óla Breckmann, formanni, og Beintu Háberg Jacobsen næstforkvinnu. Síðani er Johan Petur Johannesen í útvarpsstovuni. Hann greiðir frá eini bønarráðstevnu í Brússel, sum hann hevur veri á. Vertur: Eydna Háberg. Teknikari Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 23. nov. 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 23. nov. 2015

Vit hava vitjan av Frank Andrew Stephenson, frá Trans World Radio, (TWR), ið er ein felagsskapur, við tí endamálið, at boða gleði boðskapin, við teirra sendistøðum kring allan heimin. Mai Laksáfoss Simonsen er tolkur. Fleiri upplýsingar fáast við at fara inná heimasíðurnar TWR.org og/ella TWR360.org. Síðani hava vit Johannes Olsen í útrvarpsstovuni. Hann greiðir frá… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 20. nov. 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 20. nov. 2015

Fyrst í sendingini hava vit vitjan av Camillu Jarosciak, Casper Ullemose, Benedite Nunninger og Óla Poulsen frá Mariager Højskole. Tey eru á vitjan í Føroyum hetta vikuskifti, har tey eru við í ymiskum tiltøkum. Til ber at fara inn á heimasíðuna: mariager-hojskole.dk, har meira fæst at vita um skúlan. Síðani hava vit vitjan av Joakim… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 19. nov. 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 19. nov. 2015

Í sendingini eru Rógvi Joensen, Mariu Mørkøre og Kristian Hansen, ið samtala um profetiir í Gamla Testamenti. Vertur: Rógvi Joensen, Maria Mørkøre og Kristian Hansen – Teknikari Kristin Akursmørk Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 17. nov. 2015

Fyrst práta vit við Bergur Debes Joensen, prest, um trúgv, vantrúgv og iva. Síðani ringja vit til Zacharias Zachariassen i samband við eina bók, sum er komin út, undir heitinum “Fótaspor”. Hetta eru greinar, ið Zacharias hevur skrivað og sum hava staðið í Røddini og Leirkerinum. Til seinast ringja vit til Sissal Drews, sum býr… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 16. nov. 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 16. nov. 2015

Fyrst í sendingini hava vit vitjan av Jaspur Johannesen og Sirikit Jacobsen, har tosa verður um ætlanina at hátíðarhalda Lindina, sum verður 16 ár, tann 21. Januar 2016. Ætlanin er at hátíðahaldið skal verða 23. Januar 2016 í Østrøm (á Skálatrøð). Nevnt verður eisini, at arbeitt verður við at gera tíðinda sendingar í Lindini. Síðani… Les meira