Monthly Archives: oktober 2015

Stuðulsending 31. okt. 2015 kl. 14.00

Stuðulsending 31. okt. 2015 kl. 14.00

Lindin hevur kunningar og stuðulssending leygardagin 31. okt. 2015 frá kl. 14.00

15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 92% av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina.

Leygardagin 31. okt. 2015 frá kl. 14.00 og úteftir verður kunningar og stuðulssending í Lindini. Práta verður við ymiskar gestir, bæði nær og fjar har fokus verður sett á arbeiði í Lindini.

Høvið er hjá øllum at verða við í lutakasti um eitt gávukort á 6000 kr. frá Fonnflog, um tey stuðla Lindini við 100 kr. Tey kunnu nú senda SMS til 1910 og skriva Lindin

Eisini øll sum geva eina gávu á konto hjá Lindini og viðmerkja Lindin og so sítt telefonnummar, eru við í lutakasti um gávukortið frá Fonn Flog. Lindin hevur konto í øllum bankum.

Á Bylgjulongd fríggjadagin 30. okt. 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 30. okt. 2015

Fyrst hava vit vitjan av Heðin Askham, sum greiðir frá nýggju fløguni, undir heitinum “Life as it is”, sum hann júst hevur givið út. Síðani ringja vit til Miriam Rasmussen í samband við átakið Christmas Child. Undirtøkan hevur verið sera góð, at geva jóla-eskjur, sum í ár fara til Rumenien. Tilber at fylgja við á… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 28. okt. 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 28. okt. 2015

Dánial lesur ymisk skriftstøð. Hugleitt og lýst verður, hvussu tað var á døgum Jesusar, hvussu fólk uppleitaðu Jesus, har tey fingu bæði tímiliga og andaliga føði og umsorgan. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina, har samrøðan heldur fram, m.a. um hvussu vit síggja út í eygum Guds og hvat vit hava fingið í Kristusi… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 27. okt. 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 27. okt. 2015

Fyrst í sendingini hava vit vitjan av Jóannes á Váli, sum greiðir frá tveimum konsertum hjá Larry Ford í Føroyum komandi vikuskifti. Konsertirnar verða fríggjakvøldið 30. Okt. Kl. 20:30 í Ebenezer og leygarkvøldið 31. Okt. Kl. 20:30 í Betesda. Eisini greiðir Jóannes á Váli frá samfelagsstevnuni hjá Brøðrasamkomuni, sum verður í Havn frá mikudegnum 4.… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 26. okt. 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 26. okt. 2015

Fyrst ringja vit til Jógvan Lamhauge, sum greiðir frá felagsmøtunum komandi vikuskifti, ið skipa verður fyri í ítróttarhøllini við Meginskúlan í Sandoynni. Møtirøðin ber heiti “Eitt betri lív”. Hetta er eitt felags tvør-kirkjuligt tiltak, har Betania í Skopun, Brøðrasamkoman og Heimamissiónin luttaka, við nógvum ymiskum á skránni. Síðani hava vit eitt innslag, um eina stuðulssending… Les meira

Larry Ford í Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík

Larry Ford í Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík

Fríggjakvøldið 30. og leygarkvøldið 31. oktobur, syngur kendi Grammy virðislønti tenorurin Larry Ford í ávikavist Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík. Saman við Larry Ford er klaversnillingurin Alan Tripp, sum, umframt at spæla undir til nakrar av sangunum hjá Larry Ford, eisini skal hava sína egnu framførslu. Sangkórini í Ebenezer og Betesda luttaka eisini á konsertunum. Báðar… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 23. okt. 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 23. okt. 2015

Fyrst eru nakrir smáir tíðindastubbar á skránni. Síðani hoyra vit um nýggju fløguna, sum Johannes Poulsen er í fer við at geva út. Ætlanin er at fløgan skal koma út um mánaðar skifti okt./nov. 2015. Í sendingini verður tosa við Johannes og son hansara Wilhelm í Skálanum, m.a. um hvussu sangir og løg eru vorðin… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 22. okt. 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 22. okt. 2015

Fyrst í sendingini hoyra vit Pól Johannesen, trúðboðara, Klaksvík, greiða frá missiónsvikuni, sum verður mánaðarskifti okt./nov. 2015 í KFUM&K í Klaksvík. M.a. kemur John Handang úr Norra, at tala tvey tey fyrstu kvøldini. Síðani kemur Kristian Hansen við í sendingina, har hann leggur dent á orðið “sælur”. Grund týdningurin av orðinum er støðan vit eru… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 21. okt. 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 21. okt. 2015

Dánial lesur úr Gal. Kap. 1. Seinni kemur Poul Færø við í sendingina, har samrøðan heldur fram út frá Galatiabrævinum, um “Paulsar fyrra(gamla) lív uttan Kristus og Paulsar seinna(broytta) lív í Kristusi” Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…”… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 20. okt. 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 20. okt. 2015

Fyrst í sendingini er Heilsuhornið á skránni, har Eirikur Ólason Simonsen er í útvarpsstovuni, har evnið er prostata-krappi. Eirikur greiðir frá Proba felagsskapinum, sum virkar javnbjóðis danska krabbameinsfelagnum og um sjálvhjálparbólkin undir føroyska krabbameinsfelagnum, sum skipar fyri fundum. Greitt verður frá eyðkennum, sjúku, viðgerð, gransking o.ø. og um Movember, hetta við yvirskegginum. Síðani hava vit… Les meira