Monthly Archives: september 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 30. sept. 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 30. sept. 2015

Fyrst í sendingini tosa vit við hjúnini Annu og Símun Pætur á Torkilsheyggi, í samband við Logos-Hope-Vikuna, sum er hesa vikuna, har ljós verður varpa á trúðboðara skipið Logos Hope og tænastuna hjá OM v.m. Síðani hoyra vit Poul Færø í sendingini um Kol. Kap. 1, um trúnna, “….vit hava hoyrt um trúgv tykkara á Kristus Jesus og kærleikan tit hava til øll hini heiløgu…”

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Anna og Símun Pætur á Torkisheyggi
Anna og Símun Pætur á Torkisheyggi
Á Bylgjulongd týsdagin 29. sept. 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 29. sept. 2015

Fyrst í sendingini eru Ulla Eysturtún og Margretha Eidesgaard í útvarpsstovuni, sum greiða frá teirra upplivingum o.ø. á Euro Class, eftirskúla í Kolding, Danmark. Síðani hoyra vit um altjóða eldradagin, sum verður nú fríggjadagin 2. oktobur 2015, har formaðurin í Eldraráðum í Tórshavnar kommunu, Hans Jacob Hermansen greiðir frá. Til seinast tosa vit við Eirik… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 28. sept. 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 28. sept. 2015

Fyrst í sendingini er samrøða við Jóhan Petur Johannesen um Logos-Hop-Vikuna, sum er hesa vikuna, har ljós verður varpa á tænastuna hjá OM-skipinum Logos Hope – og tað, sum er á skránni hesa vikuna (28. sept. til 4. okt. 2015). Seinni í sendingini er samrøða er við Svein í Prestgarði og Eyðun Jacobsen í samband… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 26. aug. 2015

Stuttbylgjan mikudagin 26. aug. 2015

Lisið verður í Luk. 10, 17-24 við denti á brot í versum 20 og 21: “….men gleðist yvir, at nøvn tykkara eru uppskrivað í Himli!” og “….fyltist Hann av gleði í Heilaga Andanum….”. Samtalan er rundanum gleðina, at nøvn okkara eru uppskriva í Himli og at hesin veruleiki er aktivserandi í okkara lívi fyri onnur.… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. sept. 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. sept. 2015

Vit hoyra Óla Rubeksen greiða frá um SSP samstarvið, sum er í millum skúla, sosialu mynduleikar og politi. Endamálið er at fyribyrgja at børn og ung koma út í óføri og serliga kriminalitet. Arbeiðið er m.a. úti á skúlunum. Eisini er gjørdur ein faldari við 12 punktum og ráðum, ið til ber at ogna sær.… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 24. sept. 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 24. sept. 2015

Við í sendingini er Johannes Johannesen, Klaksvík, sum umrøður leirkerasmiðin í Jeremia kap. 18. Vertur: Malan Klein Olsen og Maria Mørkøre Teknikari: Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 23. sept. 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 23. sept. 2015

Dánial lesur úr Ápostlasøguni 10 um Kornelius. Seinni umrøður Poul Færø úr Lukas 22,26, har Jesus sigur við lærusveinar sínar: “Men ikki so hjá tykkum….” Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Nýggj fløga og DVD við Svein í Prestgarði

Nýggj fløga og DVD við Svein í Prestgarði

Fríggjadagin 25. sept. kemur út nýggj fløga og DVD við Svein í Prestgarði. Fyrr í ár fór Svein, saman við øðrum, til USA at taka eina nýggja fløgu upp. Fari var í Crossroads Studio í Asheville, har fleiri føroyskar fløgur eru framleiddar seinastu árini. Svein hevur eina sera vakra rødd og kemur hon sanniliga til… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 21. sept. 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 21. sept. 2015

Vit hoyra um Christmas Child tiltakið, har skógva eskjurnar í ár fara til Rumenien. Tosa verður við Miriam Rasmusen, sum greiðir frá samskipanini og um Christmas Child sum heild. Upplýsingar um Christmas Child eru at finna á heimasíðuni christmaschild.fo, har m.a. vegleiðing finst um hvussu eskjurnar kunnu pakkast. Eisini kann bræv útskrivast, sum koyrast kann… Les meira