Á Bylgjulongd týsdagin 16. juni 2015

Nýtt frá Franklin Graham skrivstovuni á Staravegi. Vit tosa við Svenning av Lofti, sum uppdateraði okkum um fyrireikingarnar í samband við Hásummarhátíðina, sum verður í Høllini á Nabb sunnudagin 21. juni kl. 18 og kl 21:30. Síðani ringja vit til Etly Højgård, sum greiður frá eini stuðulskonsert, sum verður í Løkshøll leygakvøldið 20. juni kl. 20.00. Til Seinast verður tosa um Rachel’s Vineyard, ein felagsskapur, sum hjálpir teimum, sum hava sár eftir fosturtøku. Her eru 2 gestir, Maria Forrestal, umboðandi Rachels Vineyard og ein kvinna, sum hevur fingið hjálp gjøgnum hendan felagsskapin í samband við sár eftir fosturtøku.

Vertur: Eydna Háberg
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking