Monthly Archives: apríl 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 30. apríl 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 30. apríl 2015

Fyrst hoyra vit áhugavert innslag sum Maria Mørkøre hevur gjørt. Hon hevur samrøðu við Guðrun Elttør og Jonlisu Rasmussen. Tær tosa um Teenstreet og at Jonlisa var boðin til Albania tí hon vann stuðulsrenningina RAG (Race and Give) sum Teenstreet skipar fyri. So ringja vit til Niels Andreasen og hann greiðir frá um landsinnsavningina hjá… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 28. apríl 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 28. apríl 2015

Hjørdis Háberg Petersen greiðir frá átakinum “Meðan vit bíða”, og ymiskum tiltøkum í samband við innsavnan til børn, sum liva undir fátækramarkinum. Peningagáva kann latast á konto 6460-540.245.1. Til ber at sends sms-boð til 1940 við boðunum BARN, tá letur tú 50 kr. Síðani ringja vit til Sigrun Bolstad, sum tosar um Aglow stevnuna hon… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 27. apríl 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 27. apríl 2015

Bárður á Lakjuni greiðir frá bólkinum T.O.S. (Tollarar og syndarar), sum skulu hava konsert í Miðvágs kirkju Dýrabiðidag 1. mai kl. 19.00. Síðani ringja vit til Johannes Petersen og hoyra um hjálpararbeiði í Moldova. Les meira á www.pilgrims.mono.net. Til seinast hoyra vit ein nýggjan sang hjá Eyðun Jacobsen “Lívsmynstur nýtt”. Eyðun kemur við nýggjari fløgu… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 24. apríl 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 24. apríl 2015

Fyrst hoyra vit samrøður sum Rói Johannesen hevur gjørt í samband við at hann hevur verði í starvsvenjing í Lindini í 14 dagar. Vit hoyra Hilbert Johannesen, Katrinu Zachariassen, Paulu Guttesen og Beinir Hentze Johannesen. Síðani hoyra vit um Grejsdalens efterskole. Vit hava vitjan av Réne Brorson, Joakim Hjorth, Katrinu Davidsen og Emmy Ingibjørg Sjúrðardóttir… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 23. apríl 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 23. apríl 2015

Kristian Fríðrik Olsen kom fyrst spontant inná gólvi við einari lýsing frá KFUM og K í Klaksvík. Síðani ringja vit til Árna Stefán Hilmarsson og tosað um Ástjørn í Íslandi og legurnar, sum eru har hvørt summar. Hann er leiðari fyri teimum legunum. Til seinast tosað vit við Jógvan Purkhús, sum er trúboðari í Íslandi… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 21. apríl 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 21. apríl 2015

30. apríl til 3. mai 2015, verður ein Norðurlensk bønarstevna, sum verður hildin í Oasuni í Hoyvík. Tummas Jacobsen, fyristøðumaður í Filadelfia greiðir frá hesi stevnu, sum er at biðja fyri: “Norðanlond aftur til Kristus”. Meir fæst at vita um skrá, tilmelding v.m. á www.filadelfia.fo Aftaná hava vit eina samrøðu við donsku Else Kas, sum… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 20. apríl 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 20. apríl 2015

Vit hoyra prát við ymisk fólk í samband við OM tiltakið sum var í Badmintonhøllini í Klaksvík 10.-11. apríl Vertur: Rói Norðoy Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira