Monthly Archives: mars 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 31. mars 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 31. mars 2015

Annika og Steven Everett eru gestir, tey virka sum trúboðarar í Istanbul í Turkalandi. Hettar er 2. ferð tey eru í Lindini nú tey hava verið heima. Tey fara aftur til Turkalands um 3 vikir og hava haft tað gott her heima. Tað tey serliga tosað um er, hjúnarbondini í Føroyum. Tað er veruliga nógv, sum stríðast og sum vilja hava hjálp. Eisini greiða tey frá, at tey tað komandi árið fara at hava tørv á hjálp til at umvæla ein stóran bygning í Turkalandi. Tey koma at hava tørv á VVS og timburmonnum, elektrikkara og annars um onkur ynskir at koma ein túr eru tey vælkomin. Tey hava meðan tey hava verið her heima í 2 mánaðir, mest verið í Kelduni har tey eru útsend frá og inni í Eysturoynni. Húsbólkar og ymisk møtir.

Vertur: Teresa Damgaard-Jarnfoss
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 30. mars 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 30. mars 2015

Fyrst hoyra vit um lovsangs fløguna “Skywalk – Din er ære”. Vit hava vitjan av Óla Poulsen og Benedicte. Eisini ringja vit til Silas, sum er trummuspælari á fløguni. Síðani ringja vit til Miriam Rasmussen og hoyra um Páskastevnuna, sum Brøðrasamkomurnar skipa fyri í Høllini “Bylgjan” í Runavík. Til seinast hoyra vit Olaf Magnussen greiða… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. mars 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. mars 2015

Vit hava vitjan av Alvin Doss úr Malaysien, sum greiðir frá síni uppliving av sólarmyrkingini. Eisini sigur hann frá sínum vitnisburði. Samuel Joensen tulkar. Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 26. mars 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 26. mars 2015

Fyrst hoyra vit Róa Norðoy tosa um “Hvør er Jesus”. Síðani vitjar Pauli Høj í útvarpstovuni og greiðir frá Páskastevnuni, sum verður í Kelduni í Skálafirði 2.-6. apríl. Vertur: Rói Norðoy Teknikari: Kristin Akursmørk Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 25. mars 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 25. mars 2015

Dánial lesur úr fyrra Korintbrævið kap. 15. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 24. mars 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 24. mars 2015

Gestur í dag er Jákup S. Joensen sum sigur frá lívi sínum. Jákup hevur stóran áhuga fyri Ísrael og profetium í samband við endatíðina, sum hann eisini tosar um. Serstakt Ísraelskvøld verður í Østrøm 24. mars 2015 kl. 19.30 Vertur: Eydna Háberg Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 23. mars 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 23. mars 2015

Fyrst er prát við Rúna Højgaard um hvussu hann og familjan upplivdu sólarmyrkingina, sum varð 20. mars. Síðani greiðir Jógvan á Lakjuni frá um tað føroyska málið. Eisini tosar hann um abba sín Victor Danielsen sum hevur umsett Bíbliuna. Til seinast hoyra vit Vinjard Magnussen greiða frá hansara uppliving av sólarmyrkingini. Vertir: Preben Hansen og… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 19. mars 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 19. mars 2015

Fyrst hoyra vit Mariu hava ein boðksap um sólarmyrking og Jesu afturkomu. Eisini hoyra vit Pól Jóhannesen og Anitu Tausen greiða frá um vitjanina hjá Geoge Verwer, sum verður 12.-14. apríl 2015. Les meira um vitjanina á www.om.fo Vertur: Maria Mørkøre Teknikari: Eirikur Biskopstø Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 18. mars 2015

Á Bylgjulongd mikudagin 18. mars 2015

Fyrst tosar Dánial um Himmalljósið. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 17. mars 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 17. mars 2015

Fyrsti gesturin er Hjørdis Háberg Petersen, sum greiðir eitt sindur nærri frá tí, sum hon tosaði um á altjóða kvinnudegnum. Hjørdis tosar m.a. um støðuna hjá kvinnuni bæði út frá GT og NT. Granna kaffi hevur verið nógva staðni kring landið. Í dag er vitjan av Juliu Zachariassen, sum sigur eitt sindur um Granna kaffi,… Les meira