Á Bylgjulongd týsdagin 18. nov. 2014

Á Bylgjulongd týsdagin 18. nov. 2014

Tosa verður um Emanuel Minos sum andaist fyri nøkrum døgum síðani. Síðani er Hjørdis Háberg Petersen gestur og tosa verður um Religión og Relatión. Hon tosar um hvussu munurin er á, at vit eru fríð í Honum. At vit nýtast ikki at stríðast fyri at gera okkum fortjent til Hansara kærleika, tí Jesus gjørdi alt. Onkuntíð blívur tað religiøst og nógvar rammir uttan at vit vilja tað – meinigin er góð nokk, men tá er einki frælsi. Tað er umráðandi at vit hava eina relatión við Harran Jesus og ikki religión. Eitt persónligt forhold og hava Hann við í øllum. Tá gerst forholdið persónligt og ikki só fremmant.

Vertur: Teresa Damgaard-Jarnfoss
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking