Monthly Archives: oktober 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 30. okt. 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 30. okt. 2014

Í dag eru tíggju ára gomlu Maria Josephsen og Bergit Svarvadal gestir, har tær tosaðu um frítíðar áhugamál, sunnudagsskúla og Christmas Child. So er spontan vitjan av Finn Johannesen (klovninum Bubu), har hann tosar eitt sindur um filmin, sum júst er komin út, og kann fáast í flest øllum Á og Samkeyp handlum kring Føroya. Og vit fara at burturluta eitt eintak av filminum hósdagin 6. november. Og síðan fingu vit vitjan av Stig Eltør, evnið er GLS sum verður 16. og 17. januar 2015. Møguligt er at melda seg til á www.GLS.fo

Vertur: Malan K. Olsen og Maria Mørkøre
Teknikari: Kristinn Akursmørk

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 29. okt. 2014

Á Bylgjulongd mikudagin 29. okt. 2014

Í dag legði Dánial fyri við at lesa Hebrearabrævið kapittul 3. Tá Poul Færø kom, tók hann sama tráðin upp. Vertur:  Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 27. okt. 2014

Á Bylgjulongd mánadagin 27. okt. 2014

Jógvan Zachariassen fortelur um lívið hjá sær, í viðgongd og mótgongd. Hví hann hevur skriva bókina “Elska og liva” og hví hann hevur luttiki í sendingini “Kyn og kenslur”. Eisini greiðir hann frá um, har hann fyrireikar seg gott til eina talu frá hvussu tað kennist at eingin móttakari er. Eisini er telefonprát við Øssur… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 24. okt. 2014

Á Bylgjulongd fríggjadagin 24. okt. 2014

Palli Petersen greiðir frá um 90 ára hátíðarhaldi hjá Frelsunarherinum. Eisini vitja Sanna Hammer og Roy Jones í útvarpstovuni frá YWAM (Ung í trúarverki). Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 22. okt. 2014

Á Bylgjulongd mikudagin 22. okt. 2014

Í fyrra partinum av sendingini eru Inger Hansen og Njál M. Djurhuus gestir. Tey tosað um bøkurnar “Breiðið krossins merkið út”, sum eru givnar út júst í hesum døgum í samband við, at tað eru liðin 90 ár síðani Frelsunarherurin var settur á stovn í Føroyum. Seinni vitjar Poul Færø við í útvarpstovuna. Vertur:  Dánial… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 21. okt. 2014

Á Bylgjulongd týsdagin 21. okt. 2014

Fyrsti gesturin er Heidi Hvidbro frá “Bót til bata”, hon greiðir frá bróstkrabba og tosar um eitt tiltak, sum verður í Klaksvík til frama fyri bróstkrabba. Síðani er vitjan av Njál MacKey Djurhuus, majori, sum greiðir frá søgu Frelsunarhersins. Í samband við 90 ára stovningardagin í Havn er útgivin ein bók “Breiðið krossins merki út”,… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 20. okt. 2014

Á Bylgjulongd mánadagin 20. okt. 2014

Vit hoyra fleiri lurtaraynskir. Rakul Petersen vitjar í útvarpstovuni og eisini verður burturluta ein fløga við “Systrar” Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 16. okt. 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 16. okt. 2014

Gestir eru Kristian Martin Petersen formaður í Thabor í Fuglafirði og Tórjun Dahl Jacobsen. Nú sunnukvøldið 19. okt. kl. 18.00 er familjutiltak við sangi. Nátturði er aftaná møtið og møguleiki verður at lata Thabor eina føðingardagsgávu, í samband við at húsið fyllur 90 ár. Christmas Child eskjurnar verða samlaðar inn. Vit hoyra eisini um at… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 15. okt. 2014

Á Bylgjulongd mikudagin 15. okt. 2014

Í fyrru helvt hava vit vitjan av hjúnunum Anna Sofía & Henrik Mellemgaard. Anna Sofía er ein av fýra systrum, sum mynda bólkin Systrar, ið júst eru komnar við nýggjari fløgu. Tey greiða frá nøkrum sangum, sum tey bæði, hvørt í sínum lagi, hava gjørt bæði orð og løg til. Seinni er Poul Færø við… Les meira