Á Bylgjulongd fríggjadagin 12. Sept. 2014

Á Bylgjulongd fríggjadagin 12. Sept. 2014

Gestur er Hjalti í Jákupstovu, formaður í Reyðakrossi. Hann greiðir frá landsinnsavningini, sum verður leygardagin 13. Sept. Byrja verður kl. 10.00. Ynskja fólk serstaka rutu, kunnu tey skriva til redcross@redcross.fo. Eisini ber til at ringja á 319630. Lesi meira á www.redcross.fo hvussu tað ber til at stuðla annars. Síðani greiðir Majken Hentze frá um 12 stiga bólkin. Byrja verður við 2 kunningarkvøldum nú 18. og 25. sept. kl.19.00. Sjálvt skeiðið byrjar 2. oktober. Alt verður í íbúðini á ovastu hædd á Landavegi 22 (hjá Filadelfia). Um okkurt er at spyrja um, ring 224769 (Majken Hentze)
Les meira um 12 stiga bólkin á her

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking