Minniskvøld í EBENEZER um William G. Sloan – hósdagin 4. Sept. kl. 20.00

Minniskvøld í EBENEZER um William G. Sloan – hósdagin 4. Sept. kl. 20.00

Hósdagin 4. september vera 100 ár liðin, síðani skotski trúboðarin, William Gibson Sloan, andaðist í húsi sínum á Tinghúsvegnum í Havn.

Hetta kvøld verður skipað fyri einum minniskvøldi í Ebenezer kl. 20.00, har hugleitt verður um mannin, sum kom til Føroya úr Hetlandi í 1865 og við sínari einføldu, evangelisku kristniboðan hevði stóra ávirkan á føroyska samfelagið.

Øll eru vælkomin at vera við til hesa samkomu!
Tiltakið verður eisini netvarpað á www.evr.fo

Skriva viðmerking