Monthly Archives: januar 2014

Á Bylgjulongd fríggjadagin 31. januar 2014

Á Bylgjulongd fríggjadagin 31. januar 2014

hjálpararbeiði har.  Málningarnir eru at síggja á https://www.facebook.com/stella.zachariassen?fref=ts

Hetta er seinasti dagur hjá næminginum í starvsvenjing – Kristin N. Vilhelmsen.  Hann prátar í telefon við tveir vinmenn – Hera Ósá og Robert Heimistovu – sum eisini eru í starvsvenjing, og hann spælir eisini tónleik.  Síðan kom Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum í studio.  Hon greiðir frá familjuskeiði fyri avvarðandi hjá rúsmisnýtarum, ið verður 13. – 16. februar. Seinasta freist at tekna seg er 7. februar.  Meir er at síggja á heimasíðini hjá Bláakrossi um kostnað o.a. http://www.blakross.fo/Umsorganarheim/hvor-ert-tu/familjavinir/rap-skeid.aspx.  Her ber til at tekna seg, og eisini ber til at tekna seg á tlf. 770770. 

Vertur:  Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som.

Á Bylgjulongd hósdagin 30. januar 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 30. januar 2014

Fyrsti gestur í morgun í Klaksvík er Ruth Laksáfoss. Hon fortelur frá sínari ferð ígjøgnum tíðina, frá hon fekk staðfest bróstkrabba, og til hon er liðugt viðgjørd. Síðan hoyra vit samrøðu við Annu Hammer frá USA, sum vitjar her í sambandi við Aglow-ørindum. Hon hevur havt møti í Klaksvík og hon verður allan ……. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 28. januar 2014

Á Bylgjulongd týsdagin 28. januar 2014

Á skránni í morgun er Heilsuhornið, og gesturin í studio er Oddmar Færø, tannlækni. Hann greiðir frá tann-heilsustøðuni hjá okkum í Føroyum, og hann upplýsir eisini nógv um fyribyrging og viðgerð, tá skaðin er hendur. Aftaná hoyra vit eina upptøku frá 14-ára haldinum hjá Lindini seinasta leygardag – her prátar Teresa Damgaard-Jarnfoss …….
Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 27. januar 2014

Á Bylgjulongd mánadagin 27. januar 2014

Fyrst kemur Dánjal Poulsen á gátt at greiða frá Holocaust-minningarhaldi, sum verður í kvøld í Østrøm kl. 19.30. Hetta er í sambandi við, at tað í dag er 27. januar, ið er altjóða minningardagur um fólkadráp sum heild. Hesin minningardagur er ásettur í 2005 í mannarættindasáttmálanum hjá ST. Aftaná ringdu vit til Jenis av Rana …… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 23. januar 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 23. januar 2014

Fyrsti gesturin í morgun er Sigbritt við Neyst Hansen, og hon fortelur frá sínum lívi – um familjulív, arbeiðslív og útbúgvingar. Virkin leinkja til heimasíðuna hjá Sigbritt er niðanfyri. Síðan kemur John Ellingsgaard úr Klaksvík á gátt, og hann prátar eisini um sítt lív. Hann fortelur um lívið sum trúgvandi, og hvussu hann arbeiðir í …….

Les meira