Monthly Archives: desember 2013

Muffins mikukvøldið 11. desember 2013

Muffins mikukvøldið 11. desember 2013

Gesturin í Muffins í kvøld er Sunnvør Knudsen, sum greiðir frá, at fantastiska Nýggjárslegan í Nesvík nærkast. Legan verður vikuskiftið 3. – 5. januar og er fyri aldursbólkin 16 ár og eldri. Yvirskrivtin fyri leguna er “History Makers”. Ein “History Maker” er ein, ið ger mun. Ein, ið broytir nakað við sínum lívi. Ein, ið …..
Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 10. desember 2013

Á Bylgjulongd týsdagin 10. desember 2013

Í morgun vitja fyrst Dánjal Poulsen og Gissur Patursson í studio viðvíkjandi endurútgávuni av 5 fløgum, sum Gissur Patursson og EVR (Evangeliska Røddin), sum brøðrasamkomurnar í Føroyum hava staðið saman um síðan 1966 – hava staðið fyri. Síðan kom Páll Poulsen á gátt í sambandi við, at 50 ….. Les meira

Explore mánakvøldið 9. desember 2013

Explore mánakvøldið 9. desember 2013

Henda sendingin var um jólahugna, og tosað varð millum annað um Jólaevangeliið, okkara jól, Operation Christmas Child og mangt annað hugnaligt. Vit í Explore ynskja øllum eini hugnalig og sera gleðilig jól! Tit kunnu eisini vitja okkum á …..
Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 9. desember 2013

Á Bylgjulongd mánadagin 9. desember 2013

Fyrsti gesturin í morgun er Richard Schwartsson. Hann greiðir væl frá møguleikunum í Logos Bókasølu at fáa dygdargóðar jólagávur og jólalesnað til okkum sjálvi. M.a. er klassikarin ”Skjulestedet” eftir Corrie Ten Boom aftur at fáa. Á facebook- og heimasíðu teirra sæst nógv av tí, tey hava. Eisini ber til at …..

Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 6. desember 2013

Á Bylgjulongd fríggjadagin 6. desember 2013

Gestur í morgun er Jógvan Zachariassen. Hann umrøður nýggju bók sína “Frælsi”, sum nýliga er útkomin og viðger Galatarabrævið. Bókin byggir á eina undirvísingarrøð, sum Jógvan hevur havt í Lívdini í 25 pørtum. Hann greiðir eisini frá blogginum við sama evni. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 5. desember 2013

Á Bylgjulongd hósdagin 5. desember 2013

Í morgun senda vit úr Klaksvík, og í útvarpsstovuni eru Rógvi, Malan og Alvin. Fyrsti gesturin er Maria Mørkøre, sum greiðir frá bókaútgávu síni “Dukkan Emma”, sum er eitt jólaævintýr og kom út í fjør. Hon fortelur eisini um sítt egna lív – hvussu hon hevur fótað sær aftaná ymiskar trupulleikar. Síðan hoyra vit Pól Johannesen tosa um tað at gleða seg til jólar – tað eru ikki øll, sum gleða seg til jólar, tað kann vera einsemi o.s.v. Í hesum sambandi tosar hann um jólahald jólaaftan í KFUM og K fyri fólki, sum sita einsamøll. Har verður góður matur, prát, hugni og kanska okkurt spæl. Gott um tey, ið ynskja at koma, líka siga frá á tlf. 212480. Les meira