Á Bylgjulongd fríggjadagin 22. november 2013

Á Bylgjulongd fríggjadagin 22. november 2013

m.a. seldir lutir, sum eru tilvirkaðir í Kenya, atgongumerkið kostar 100 kr. 
Helena Nielsen úr Skopun greiðir frá, at leygarkvøldið kl.19 verður stórt tiltak saman við Leif og Susanne í Deplinum í Skálavík við café, hugna, lutaseðlasølu, sølu av heimavirkaðum og afrikanskum lutum – ókeypis atgongd.
Mikukvøldið kl. 19.30 verður í sama sambandi stórt tiltak í Norðurlandahúsinum við aktuellum tónleikarum sum Kristina Bærentsen, Tóra við Keldu, Beinir, Tær Fýra o.o.  Eisini har verða afrika-lutir at keypa – atgongumerki á 200 kr. fáast á netinum og við dyrnar. 
Hóskvøldið kl. 19.30 verður tiltak í nýggja Musikkskúlanum í Sørvági við sølu av afrikalutum, tombola og burturluting – og Magni Christiansen syngur – atgongumerki 100 kr.

Aftaná ferðast tey í kirkjum og samkomum kring landið – hetta verður lýst so hvørt.  Tú kanst lesa meir um virkið hjá New Life Africa á newlife-africa.org 

At enda vitjaði Monika Stauss Joensen úr Leivík í studio.  Hon hevur nýliga givið út bókina "Edelweiss og sólarkaffi".  Bókin er býtt upp í tær fýra árstíðirnar. Til hvørja árstíð eru matupprskriftir, ítriv og hugleiðingar. Eisini eru frásøgur og myndir um at vaksa upp í Sveis og at koma til Føroya at búgva – hon er 256 síður og kostar 248 kr. 

Vertir: Tór Arni Samuelsen og Teresa Damgaard-Jarnfoss

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Skriva viðmerking