Á Bylgjulongd fríggjadagin 20. september 2013

Á Bylgjulongd fríggjadagin 20. september 2013

maknaðurin.  Leinkjan til heimasíðuna er www.reydikrossur.fo, og tlf. nr. hjá teimum er 319630.  Gávur kunnu eisini flytast á kontu í BankNordic  nr. 6460 4946954. 

Ringt verður síðan til Eyðun á Lakjuni um útgávukonsert, sum dótturin Maria á Lakjuni fer at hava í Mentanarhúsinum í Fuglafirði nú í vikuskiftinum. Hetta er í sambandi við nýggju fløguna hjá henni "Vøkur er verðin".

Aftaná vitjar Rúni Rasmussen í útvarpsstovuni og greiðir frá leiðararáðstevnuni The Global Leadership Summit, ið verður her 6. ferð á rað.  Hesuferð verður hon fríggjadagin 17. januar og leygardagin 18. januar 2014 í Norðurlandahúsinum.  Dyrnar lata upp kl. 08, og sjálv stevnan varar frá kl. 09.00 – kl. 16-17 báðar dagarnar. Umframt kendar útlendskar talarar sum Bill Hybels og Collin Powell á stórskýggja, verður eisini føroyskur live-talari – Livar Nysted.  Stevnuleiðari verður aftur í ár Jógvan Zachariassen.  Les um tilmelding, prísir og m.a. á http://gls.fo.

At enda lesur Tóra við Keldu andaktsstykkið:  "Tá lívið er liðugt".

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Skriva viðmerking