Monthly Archives: september 2013

Á Bylgjulongd mánadagin 30. september 2013

Á Bylgjulongd mánadagin 30. september 2013

Teresa hevur í morgun vitjan í útvarpsstovuni av Bodil Joensen. Teresa og Bodil hittust á familjulegu á Zarepta, og vit hoyra tær nú tosa um, hvussu tað er at fáa eitt multi-brekað barn, og seinni at skula eiga eitt deyðføtt barn. Hon tosar eisini um gleðina at vera foreldur til brekaða sonin og bæði systkini, hann eigur í dag. Les meira

“Á Veg Heim” fríggjadagin 27. september 2013

“Á Veg Heim” fríggjadagin 27. september 2013

Í dag hevur Preben eina samrøðu við Lene Hauge Jeppesen, granskara “um Gud grøðir í dag”. Vit hoyra hana siga frá um hennara prosess at koma til eina trygga, vissa gudstrúgv. Niðanfyri er ein leinkja til eina grein um, hvussu hon í dag praktiserar forbøn á gøtuni.
Aftaná ringir Preben til Jastrid Høj, og hon greiðir frá, hvussu ….. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 24. september 2013

Á Bylgjulongd týsdagin 24. september 2013

Gesturin í morgun er Gudny Munro, ættað úr Havn. Hon fór 22 ára gomul við einum traktatbólki til Hetlands, har hon hitti John, sum hon hevur verið gift við síðan. Aftan á at hava búð í Skotlandi í nógv ár, fylgdu tey Guds kalli og fóru til USA, har tey enn eru í Harrans ……. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 23. september 2013

Á Bylgjulongd mánadagin 23. september 2013

Í dag hava vit samrøðu við Jógvan Jacobsen frá Hebron á Argjum. Hann greiðir frá Mansstevnuni á Zarepta, Parola í Italia og fulltíðartænastuni, sum hann er byrjaður uppá í Hebron. Eisini tosa vit við Ann Dahl Hansen, sóknarprest. Í Fólkakirkjuni nýtir ein prestur ávísar tekstir til sínar prædikur. Ann greiðir frá upprunanum til hetta. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 20. september 2013

Á Bylgjulongd fríggjadagin 20. september 2013

Fyrst kemur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi Føroya í útvarpsstovuna at greiða frá landsinnsavningini, sum verður um alt landið í morgin, leygardagin. Hann greiðir eisini frá tí fjølbroytta virkseminum hjá Reyða Krossi, sum t.d. kaféin í summar, sølubúðirnar, vitjunartænastan, samaritttænastan og árligi loppu- ……. Les meira