Monthly Archives: august 2013

Stuttbylgjan fríggjadagin 30. august 2013

Stuttbylgjan fríggjadagin 30. august 2013

barn við Juda. Søgan um Tamar stendur í 1. Mósebók kap.38. Amerikanski rithøvundurin, Francine Rivers, hevur skrivað bókina. Hon hevur ognað teimum bókina, “ið eru misnýtt og nýtt, og leingjast eftir rættvísi.” Og um Tamar sigur hon: “Menn, ið vildu ráða yvir framtíð hennara, sviku hana, men hon bardist fyri rættinum at trúgva á ein Gud, sum elskaði hana.” Páll á Lakjuni hevur týtt bókina til føroyskt. Hon er at fáa í bókabúðunum ella á forlagnum “Leirkerinum” í Gøtu (tlf. 441093). Bókin er prentað á Føroyaprenti og kostar 200 kr. Andaktsstykkið er við Tóru við Keldu, har yvirskrivtin er "Trúfastur líka til endan", sum Ólavur Niclasen hevur umsett."

Vertumr: Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Stuttbylgjan týsdagin 27. august 2013

Stuttbylgjan týsdagin 27. august 2013

Gesturin í dag er Sanna Hammer, leiðari av Ung í Trúarverki. Hon greiðir frá einum “Outreach”, sum UíT (Ung í trúarverki) í Føroyum skipaði fyri við einum bólki av ungum úr Føroyum og ungum úr Pólandi, sum fóru ein missiónstúr til Sweitz. Sanna leggur dent á týdningin av boðum Jesusar um at fara út í allan heim at boða evangeliið. Les meira

Stuttbylgjan mánadagin 26. august 2013

Stuttbylgjan mánadagin 26. august 2013

Í dag hoyra vit samrøðu við Hans Paula Sundstein. Hann er búsitandi í Danmark, men er í løtuni í Føroyum og fer komandi dagarnar at tosa um tørvin at biðja fyri øllum samkomum í Føroyum. Hann verður millum annað at hoyra í Elim í Søldarfirði og Ebenezer í Havn. Síðani hoyra vit ……. Les meira

Stuttbylgjan fríggjadagin 23. august 2013

Stuttbylgjan fríggjadagin 23. august 2013

Eyðun Jacobsen greiðir frá vitjan av Danny Wallace, sum verður í Kelduni í Skálafirði 30. august – 1. september 2013. Danny hevur eina sterka, men óhugnaliga lívssøgu at fortelja, har hann bleiv kynsliga misnýttur av pápa sínum, frá hann var 5 ár. Hann ferðast runt og syngur og boðar ein boðskap um kærleika, vón ……. Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 22. august 2013

Stuttbylgjan hósdagin 22. august 2013

Í dag er vitjan av Kristian Fríðrik Olsen, sum er leiðari á leguni “Okkara lega”, sum er fyri menniskju við menningartarni. Legan er frá 13.-15. september 2013. Um onkur vil hjálpa til ella annað, ber til at ringja til Ingrid tlf. 223916 ella Haldu tlf. 589063. Hann fortelur eisini eitt sindur um ……. Les meira