Monthly Archives: mai 2013

Á Bylgjulongd hósdagin 23. mai 2013

Á Bylgjulongd hósdagin 23. mai 2013

Byrjað verður við Sálmi 43,4. Gesturin í útvarpsstovuni í Klaksvík í morgun er Andreas Nýggjagarð, og hann greiðir frá um missiónsfelagsskapin “Åbne Døre”, sum stuðlar teimum kristnu í londum, har evangeliið ikki hevur frítt at fara. Um tú hevur spurningar, er tú vælkomin at ringja til Andreas á tlf. 284269. Eisini …….
Les meira

Muffins mikudagin 22. mei 2013

Muffins mikudagin 22. mei 2013

Gestir teirra í dag eru Anita Tausen av Toftum, dagligur leiðari fyri OM í Føroyum, og Ólavur Mørkøre av Eiði. Teirra evni í dag er OM, TeenStreet, Outreech og Transform og tey greiða væl og gjølla frá, hvat øll hesi nøvnini merkja, og hvussu man sjálvur kann taka lut. Sera áhugavert.
Tey eru eisini at hitta á ….. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 21. mai 2013

Á Bylgjulongd týsdagin 21. mai 2013

Fyrsti gestur er Árni Jacobsen, sum hevur verið uppi á øllum teimum hægstu fjøllunum í Føroyum, og prátar hann um hetta og um eitt serligt tiltak, har ein bólkur fer at ganga í 2 dagar. Síðani er vitjan av tveimum gestum úr Íslandi, sum eru í Føroyum í sambandi við, at kirkjukórið úr Mosfellsbæjar kirkju er her á konsertferð. Annar ……. Les meira

Á Byljulongd fríggjadagin 17. mai 2013

Á Byljulongd fríggjadagin 17. mai 2013

Fyrst hoyra vit Ann Dahl Hansen greiða frá um útigudstænastuna, sum verður á ovara vølli í Gundadali 2. hvítusunnudag kl. 11.00. Síðani greiðir Tórur av Kák Olsen frá um Hvítusunnustevnuna í Libanon í Sørvági 17.-20. mai. Til seinast greiðir Eyðun Eltør frá um samfelagsstevnuna, sum verður í Klaksvík á Hvítusunnu. Les meira ……. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 16. mai 2013

Á Bylgjulongd hósdagin 16. mai 2013

Fyrst hava vit vitjan av Oluffu Andreassen, sum er mamma til fimm børn, aktiv í KFUM og -K í Klaksvík, er úr sangfamilju og sera fjølbroytt kvinna. Síðani er Erik Biskopstø og vitjar útvarpsstovuna. Erik er serliga kendur innanfyri tónleikaheimin og er t.d. ein av fyrireikarunum til summarfestivalin. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 14. mei 2013

Á Bylgjulongd týsdagin 14. mei 2013

Fyrsti gestur er Jógvan Lydersen, sum lutar eitt sindur frá sínum lívi, syngur ein sang og velur sangir. Síðani hoyra vit um, at í dag eru 65 ár síðani Ísrael varð lýst sum sjálvstøðugt land. Fríðtór Debes vitjar í útvarpsstovuni og tosar um hetta. Fríðtór hevur eisini …… Les meira

Á Byljulongd mánadagin 13. mai 2013

Á Byljulongd mánadagin 13. mai 2013

Sanna Smith Hammer greiðir frá um Hvítusunnustevnuna, sum verður í Frelsunarherinum í Vági. Carolyn Ros, sum er frá USA, kemur at tala. Síðani greiðir Jórun Pólsdóttir Danielsen frá um nýggju ungdómssendingina ”Muffins”, sum er á skránni hvørt mikukvøld kl. 21.00. Til seinast hoyra vit Bergur Skovgaard greiða ……. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. mei 2013

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. mei 2013

Fyrri gesturin í morgun er Øssur Kjølbro, aðalskrivari í Heimamissiónini, sum tosar um Ársmøtið, ið verður í Meinigheitshúsinum í Havn nú leygardagin. Heitið í ár er “Harranum lovi, tí góður hann er”, og har eru øll vælkomin. Pallborð verður eisini, har evnið er: “Hvussu lækka vit gáttina?”. Síðan hevur Tóra við Keldu eitt andaktsstykki ……. Les meira