Monthly Archives: mai 2013

Muffins mikudagin 29. mei 2013

Muffins mikudagin 29. mei 2013

Fyrsti gesturin í dag er Annika Joensen, fyriskipari av ungdómsleguni, sum verður frá 3. – 7. august 2013 í Leguhúsinum í Nesvík. Legan er fyri aldursbólkin 8. – 10. flokk. Leinkju til facebook-síðuna hjá leguni við øllum upplýsingum finnur tú longur niðri. Síðan komu systkini Dania og Johan ….. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 28. mai 2013

Á Bylgjulongd týsdagin 28. mai 2013

Hendan sending verður send úr Deplinum í Skálavík. Nógvir gestir vitja á gátt. Sámal Hanne Lognberg syngur ein sang og greiðir frá ymiskum í sínum lívi. Hanna á Reynatúgvu frá Kunningarstovuni greiðir frá ymiskum, sum tey hava at bjóða ferðandi á Sandoynni. Kristvør Kolden greiðir frá um Depilin í Skálavík, søguna, ……… Les meira

Explore mánadagin 27. mei 2012

Explore mánadagin 27. mei 2012

Hesa fyrstu Explore-sendingina gera Helena Djurhuus og Rebekka Ósá, og Rúni Steintún er teknikari. Sendingin verður at hoyra annan hvønn mánadag kl. 15.00. Gestur hjá teimum í kvøld er Mourits Mouritsen, og hann tosar um KFS, ið merkir Kristeligt Forbund for Studerende.
Tað er í Studentaskúlanum í Hoydølum, at Mourits fyri tíðina er virkin í ……. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 27. mai 2013

Á Bylgjulongd mánadagin 27. mai 2013

Fyrst greiðir Marjan Nielsen frá um summarlegurnar í leguhúsinum í Nesvík, og tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Heimamissiónini. Aftaná tosar Ann Dahl Hansen um útigudstænastuna, sum var á Ovara Vølli í Havn 2. hvítusunnudag. Tilmelding til summarlegurnar ………..

Les meira

Umveldi fríggjadagin 24. mai 2013

Umveldi fríggjadagin 24. mai 2013

Fyrst hoyra vit telefonsamrøðu við Svenning av Lofti í sambandi við, at Juvel II hevur verið á trúboðaraferð í Hebridunum. Síðan ringdu vit til Benjamin Hansen í Sørvági at frætta frá hvítusunnustevnuni har vesturi í farnu viku. Høvuðstalari á stevnuni var Sverre Bjørnhaug úr Noregi.
Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 24. mai 2013

Á Bylgjulongd fríggjadagin 24. mai 2013

Fyrst hoyra vit Helenu Djurhuus og Ruth Gaardlykke greiða frá um eina nýggja ungdómssending “Explore”, sum verður á skránni annan hvønn mánadag kl. 17.00. Eisini hoyra vit um traktat útbering til ferðafólk, sum koma við ferðamannaskipum í summar. Síðani hoyra vit Victor Dánjalsson greiða frá um ……. Les meira