Á Bylgjulongd mánadagin 22. apríl 2013

Á Bylgjulongd mánadagin 22. apríl 2013

í Nebo á Toftum, har eitt stórt navn innan gospeltónleik – David Phelps – verður at hoyra. Konsertin verður 18. juni kl. 20.00, og tað er Gjamma Live, ið skipar fyri. Les meir um konsertina og bílegging av atgongumerkjum á www.gjamma.com. At enda er Preben Hansen í studio og greiðir frá um stuðulstiltakið hjá Lindini, ið verður nú leygardagin 27. apríl.  Tosað verður um ymiskar útreiðslur, ið eru neyðugar, fyri at Lindin kann halda áfram at senda.  Eisini fer Lindin skjótt at senda úr Eysturoynni.  Sendingin verður frá kl. 14.00 til midnátt við áhugaverdum innsløgum ymsastaðni frá, og nógvir góðir vinningar verða burturlutaðir, meðan sendingin er.

Les meir um tiltakið í Soli Deo Gloria á http://www.facebook.com/groups/287447244626792/?fref=ts.

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Skriva viðmerking