Monthly Archives: apríl 2013

Á Bylgjulongd týsdagin 30. apríl 2013

Á Bylgjulongd týsdagin 30. apríl 2013

at veita hjálp til at gera ein skúladepil, so ung kunnu læra at lesa og skriva. Eisini eru keyptar nakrar seymimaskinur, so gentur kunnu læra at seyma og kunnu liva av tí.  Umleið 50% av íbúgvunum í Pakistan duga at lesa, men av teimum undirkúgaðu kristnu eru tað bert 8 %, sum hava lært at lesa.  Meir fæst at vita við at venda sær til Dánial Gaardlykke, Saltangará tlf. 749302.  Orð at grunda yvir: "Varðveit hjartað framum alt, sum varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út"

Vertur: Eydna Háberg

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Á Bylgjulongd mánadagin 29. apríl 2013

Á Bylgjulongd mánadagin 29. apríl 2013

Reimund Langgard, løgtingsmaður fyri sambandsflokkin, er gestur her í morgun í sambandi við, at Pro Vita hevur aðalfund í Løkshøll nú leygardagin 4. mei, har hann skal hava ein almennan fyrilestur kl. 15.00. Aðalfundurin byrjar kl. 13.00, og til ber at tekna seg sum lim við dyrnar. Til ber at vitja Pro Vita bæði á heimasíðu teirra ….. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 25. apríl 2013

Á Bylgjulongd hósdagin 25. apríl 2013

Vit hoyra um stuðulstiltøkini í Soli Deo Gloria í Klaksvík og í Lindini nú leygardagin 27. apríl. Síðan lesur Tóra við Keldu andaktsstykkið “Meir og meir”. Gestur í dag er Elisabeth Poulsen av Skála. Hon er útbúgvin lærari og sálarfrøðingur og hevur verið ……. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 23. apríl 2013

Á Bylgjulongd týsdagin 23. apríl 2013

Í morgun tosa vit aftur um stuðulssendingina, sum verður nú leygardagin 27. apríl, og greitt verður enn meiri frá arbeiðinum og ætlanunum í Lindini. Sí annars frágreiðingina um stuðulssendingina longur uppi her á heimasíðuni.
Vit ringja síðan til Honnu Nattestad, Miðvági um eina toymisferð, sum Heimamissiónin fyri 4. ferð ger til Nuuk í Grønlandi tann 31. mei í ár. Hanna búði sjálv í fleiri ár sum barn í ……. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 22. apríl 2013

Á Bylgjulongd mánadagin 22. apríl 2013

Fyrst ringdu vit til Bjørg av Rana at frætta um eitt stuðulstiltak, sum verður nú leygardagin 27. apríl í Soli Deo Gloria til frama fyri New Life Africa International, Kenya. Les meir um tiltakið, sum stuðulsfelagið “Næstin” skipar fyri, á Facebook-adressuni niðanfyri. Eisini ber til at ringja til Bjørg av Rana tlf. 580029. Síðan ringdu vit til Andrew Djurhuus um eina konsert ……. Les meira

Á Byljulongd fríggjadagin 19. apríl 2013

Á Byljulongd fríggjadagin 19. apríl 2013

Fyrst hevur Svenning av Lofti minningarorð um George Beverly Shea, sum doyði 16. apríl 104 ára gamal. Seinni í sendingini hava vit vitjan av Ruth Gaardlykke, Lillian og Grími Poulsen. Tosað verður um, at ágangur móti børnum kann koma fyri allastaðni – eisini ……. Les meira