Monthly Archives: november 2012

Á Bylgjulongd fríggjadagin 30. november 2012

Á Bylgjulongd fríggjadagin 30. november 2012

telefonprát við Hera Kjærbo um eina ”Mega jólasølu av bókum”, sum er í Nesvík 30. november frá kl. 13-20 og 1. desember frá kl. 10-17.

Hoyr brot úr fløguni "Jólini ljóma" á http://www.youtube.com/watch?v=HeA8t5HaO38

Les meira um fløguna á http://www.facebook.com/FloganJoliniLjomaHjaltiBogason

Fløgan kann keypast á http://www.gjamma.com/

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Online “Bøn og Prát” hóskvøldið 29. november 2012

Online “Bøn og Prát” hóskvøldið 29. november 2012

Fyrst er Kalli Jacobsen gestur í studio og vitnar og prátar um Jesus. Síðan ringir hann og prátar við Ellu Niclasen. Ímeðan er Svein Petersen komin afturat í studio við sínum gittara, og hann vitnar og syngur. Tann síðsti Jenis ringir til, er Dánjal Gaardlykke, Runavík, og vit hoyra eisini hansara vitnisburð. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 29. november 2012

Á Bylgjulongd hósdagin 29. november 2012

Vit hoyra Dagny Tróndheim og Maritu Sivertsen greiða frá um Caféina, sum er í Betesda. Hósdagar er opið frá kl. 10-12 og øll eru vælkomin. Mánadagar er opið frá kl. 10-12, og eru teir ætlaðir heimagangandi foreldrum við børnum. Til seinast vitjar Maria Mørkøre í útvarpsstovuni og greiðir frá bókini ”Dukkan Emma, eitt jólaævintýr”. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 27. november 2012

Á Bylgjulongd týsdagin 27. november 2012

Heilsuhornið í dag er um strongd. Gestur er Svenhild Haraldsen. Seinni í sendingini hava vit eitt prát við Una Rasmussen, sum fyrr í mánaðinum rann marathon í Athen. Uni – sum er blindur – sigur, at tað er eingin forðing fyri at gerast marathon rennari. Orð at grunda yvir; Ef. 4:13. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagur 26. november 2012

Á Bylgjulongd mánadagur 26. november 2012

Jógvan Jacobsen úr Fuglafirði greiðir frá einum altjóða møti, sum verður í Siloa í Fuglafirði sunnukvøldið 2. desember kl. 18.00. Til seinast vitjar Kristoffur Olsen í útvarpsstovuni, og vit hoyra fleiri sangir av nýggju fløguni hjá Ekklesia “Eg vil takka tær”. Útgávukonsert verður ….. Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 21. november 2012

Á Bylgjulongd mikudagin 21. november 2012

Aftur í morgun er Bergur Debes Joensen, prestur gestur. Hann og Dánial tosa nú um handanina av Føroyska Bíbliufelagnum á føroyskar hendur. Hetta hendi mánadagin í Norðurlandahúsinum, og til staðar vóru umboð fyri landsins myndugleikar, og eisini landsins fríkirkjur og meinigheitir ….. Les meira