Monthly Archives: mai 2012

Á Bylgjulongd týsdagin 15. mai 2012

Á Bylgjulongd týsdagin 15. mai 2012

Gesturin í dag er sóknarpresturin Lars Hagensen, sum er í Føroyum í sambandi við Alzheimer Ráðstevnuna, sum var 11. – 12. mai 2012.
Aftaná ringdu vit til Noregs til Peturu Haraldsen í sambandi við, at hon og maðurin Magnus blivu vígd í Danmark til offiserar og útsend til tænastu fyri Frelsunarherin í Grønlandi í august í ár. Sjálv ……. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 11. mai 2012

Á Bylgjulongd fríggjadagin 11. mai 2012

Vit hoyra Hans Paula Sundstein siga sín vitnisburð. Síðani greiða M.C. Restorff og Rúni Lómstein frá um eitt sangtiltak í Lívdini sunnudagin 13. mai kl. 10.30 við Dupultkvartettini og M.C. Restorff. Til seinast greiðir Jógvan Zachariassen frá um eina røð um Hásongin, sum hann fer at hava komandi sunnudagarnar …..

Les meira

Á Bylgjulongd  hósdagin 10. mai 2012

Á Bylgjulongd hósdagin 10. mai 2012

Tað fyrsta vit hoyra í dag, er eitt innslag úr Klaksvík í sambandi við stuðulssendingina hjá Lindini, sum var 5. mai. Vit hoyra sangir og prát við Torkil Mørkøre.
Síðan ringdu vit til Hjalmar Hansen, aðalskrivara í Blákrossi, og hann greiðir frá landsinnsavningini hjá teimum nú leygardagin 12. mai. Hann greiðir eisini ……. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 8. mai 2012

Á Bylgjulongd týsdagin 8. mai 2012

Svenning av Lofti greiðir frá einum túri til Orkney oyggjarnar við Juvel II. Farið verður úr Føroyum fríggjadagin 11. mai. Síðani ringdu vit til Noregs og hava eitt stutt prát við Peturu Magnussen í sambandi við, at hon og maðurin Magnus vórðu ordineraði til offiserar í ….. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 7. mai 2012

Á Bylgjulongd mánadagin 7. mai 2012

Í sendingini greiðir Preben Hansen stutt frá útslitinum av stuðulsdegnum leygardagin 5. mai. Eisini endursenda vit prátið, sum Jenis av Rana hevði við Høgna Hoydal, og vit ringja til vinnaranan av stóra vinninginum stuðulsdagin. At enda hoyra vit frá Anju Hansen um eina serstaka sending á sjónvarpsrásini IKTUS í sambandi við teirra 4-ára dag. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 3. mai 2012

Á Bylgjulongd hósdagin 3. mai 2012

Harald Petersen greiðir frá um eitt ”Syngið við kvøld”, sum verður Dýra biðidag 4. Mai kl. 20.00 í Vesturkirkjuni, saman við harmonikutónleiki. Síðani práta vit við Rógva á Lakjuni og Absalon Absalonsen, sum hava verði við Logos Hope hjá OM. Eisini greiðir Absalon Áargarð frá um OM-dagarnar, sum vóru í Leirvík 27.-28. apríl. Les meira