Monthly Archives: mars 2012

Á Bylgjulongd týsdagin 27. mars 2012

Á Bylgjulongd týsdagin 27. mars 2012

Rannvá Djurholm greiddi frá tíðini á bíbliuskúla í New Zelandi og ”outreach” í India og hvønn týdning hetta hevur haft fyri hana. Síðani hoyrdu vit eina stutta upptøku við Sølvu (Ford) Skov Magnussen frá God Channel og aftaná prátaðu vit við Sølvu. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 26. mars 2012

Á Bylgjulongd mánadagin 26. mars 2012

Snorri Brend greiddi m.a. frá einum syngi-við tiltaki, sum verður í Hoyvíkar kirkju hósdagin 29. mars kl. 20.00, har bólkurin T.O.S. luttekur. Í sendingini spældu vit annars nógvan tónleik, vit práta um leyst og fast, og vit høvdu eina spurnarkapping. Orðið fyri dagin var úr ……. Les meira

Umveldi fríggjadagin 23. mars 2012

Umveldi fríggjadagin 23. mars 2012

Gestur í Umveldi í dag er Lars Due Christensen, prestur, og evnið er tey 12 stigini, sum Lars hevur latið í ein kristnan búna við at nevna Hægru Maktina í upprunaliga Minnesotamodellinum Jesus Kristus. Hesa “versiónina” av teimum 12 stigunum nevnir hann Velkommen til Virkeligheden – Mønsterbrydningens mulige kunst. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 20. mars 2012

Á Bylgjulongd týsdagin 20. mars 2012

Fyrst ringdu vit til Elsu Østergård, sum greiddi frá einum kunnandi fundi, sum verður í Hoyvíkar kirkju í kvøld, týskvøld kl. 19:30. Síðani greiddi Tór Arni Samuelsen eitt sindur frá túrinum í Sierra Leone, sum hann júst er komin heim aftur frá. Til seinast ringdu vit til Keypmannahavnar og tosaðu við ……. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 19. mars 2012

Á Bylgjulongd mánadagin 19. mars 2012

Í dag tosaðu vit við Andrew Djurhuus frá Gjamma.com um nøkur filmskvøld, sum verða í Nebo á Toftum, Evangeliihúsinum, Missiónshúsinum í Miðvági og Deplinum í Skálavík. Filmurin, sum verður vístur, er Courageous. Anja Hansen frá sjónvarpsrásini Iktus vitjaði eisini, og greiddi frá teirra arbeiði. Orðið fyri dagin ……. Les meira

Umveldi fríggjadagin 16. mars 2012

Umveldi fríggjadagin 16. mars 2012

Hetta er 4. fríggjadagur á rað, at Kurt Christensen og Preben eru í Umveldi. Í dag er ikki eitt einstakt evni á skránni, men tosað verður nokk so víða. Kurt kom til Føroyar fyri 7 – 8 vikum síðan, og eitt av endamálunum var bøn, og tað leggja teir stóran dent á. Teir tala um, hvussu vit skilja Gudsótta – við ótta og ræðslu ella ……. Les meira

Á Bylgjulongd  týsdagin 13. mars 2012

Á Bylgjulongd týsdagin 13. mars 2012

Fyrst hoyrdu vit telefonprát við Elisabeth Askham á Mýrini um kvirrudagar (retreat), ið aftur verða við Poul Marks í Deplinum í Skálavík 22. – 24. marts. Síðan prátaðu vit við Svenning av Lofti um møti í Glæmuni í Kvívík nú leygarkvøldið við luttøku av sangkórinum í Ebenezer. Vit tosa eisini við Jensu Heinesen, sum vegna …….
Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 12. mars 2012

Á Bylgjulongd mánadagin 12. mars 2012

Í sendingin í morgun spældu vit nógvan tónleik, vit práta um tjøldur, nú grækarismessa er, og vit høvdu eina spurnarkapping.
Orðið fyri dagin var úr Luk. 10, 41-42: “Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum; men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.” Í ….. Les meira