Monthly Archives: mai 2011

Á Bylgjulongd týsdagin 17. mai 2011

Á Bylgjulongd týsdagin 17. mai 2011

Fyrsti gestur var Rúni Rasmussen, sum greiddi frá GLS (Global Leadership Summit) ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum 21.-22. okt. 2011. Síðani høvdu vit eina samrøðu við Peter Laugesen, familjuterapeut, sum arbeiðir í Føroyum 5 dagar hvønn mánaða hjá Agape. Versið fyri dagin:”Gleðin í Harranum er styrki tykkara” Neh. 8:10. Í sambandi við, at tað er Norskur Tjóðardagur í dag, spældu vit mest norskan tónleik. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 16. mai 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 16. mai 2011

Í dag hoyrdu vit frá Andreu Isaksen, sum saman við sjey øðrum var ávegis til Rumenia við klæðum og øðrum. Síðani vitjaðu Annika Gaard og Elisabeth Mortensen og greiddu frá Leguni fyri fólk við breki, sum verður á Zarepta 19.-22. mai. Orðið fyri dagin, var úr Gal. 6, 7-9: 7. Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað ……. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 13. mai 2011

Á Bylgjulongd fríggjadagin 13. mai 2011

Í dag høvdu vit fyrst prát Ruth Gaardlykke um Duzie tiltakið, ið var í Klaksvík seinasta vikuskifti og um TeenStreet, sum aftur verður í summar. Síðani høvdu vit vitjan av Ingmar Bert Mikkelsen og Patriciu Hentze, sum greiddu frá kórinum TenSing – Sound Of Glory. Tey skulu til eina ráðstevnu í Týsklandi í summar, og í tí sambandi ……. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 12. mai 2011

Á Bylgjulongd hósdagin 12. mai 2011

Fyrst høvdu vit prát við Árna Helmsdal, búsitandi í Odense. Síðani høvdu vit vitjan av Hjalmari Hansen, aðalskrivara hjá Bláa Krossi Føroya, og vit tosaðu m.a. um innsavningina, ið Blái Krossur skipar fyri leygardagin 14. mai. Versið fyri dagin var frá Matt. 8:26 Og hann sigur ……. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 10. mai 2011

Á Bylgjulongd týsdagin 10. mai 2011

Í dag høvdu vit fyrst vitjan av hjúnunum Charlotta á Váli og Óla Hans Olsen, sum greiddu frá ymiskum upplivingum í sambandi við túrin í Ísrael á páskum, við sangkórinum í Ebenezer. Seinni í sendingini hoyrdu vit Eyðun Jacobsen greiða frá, hvussu Gud grøddi hann ”mirakuløst”, og hann fekk fullan førleika aftur. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 9. mai 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 9. mai 2011

Vit hoyra Svenning av Lofti og Bjarna Hansen greiða frá ferð til Hetlands við Juvel 2. Síðani greiðir Eydna Berg frá leguni fyri “Støk”, sum er á Zarepta 13.-15. mai. Til seinast greiðir Elin Lindenskov frá umhvørvisvikuni, sum er í Tórshavnar kommunu frá 9.-15. mai. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 6. mai 2011

Á Bylgjulongd fríggjadagin 6. mai 2011

Ruth Gaardlykke og Dan & Suzie Potter (Duzie) greiddu frá um Teenstreet og stóra ungdómstiltakið Duzie, sum er í Klaksvík hetta vikuskiftið 6.-8. mai. Síðani greiddi Torbjørn Lágadal frá einum sangkvøldið, sum verður í Oasuni leygarkvøldið 7. mai kl. 19.00, har ymiskar sangkreftir luttaka. Til seinast greiðir Andrew Djurhuus frá Juvel II, sum ……. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 5. mai 2011

Á Bylgjulongd hósdagin 5. mai 2011

Fyrst høvdu vit eitt telefonprát við sjómanstrúboðaran Torleif Johannesen um landsstevnuna, ið var í Nesvík vikuskifti, 29. apríl til 1. mai. Síðani fingu vit vitjan av Jensu Heinesen, forkvinnu í Sjómanskvinnuringinum í Tórshavn, har vit skiftu orð um landsstevnuna og um ringin í Havn. Seinast høvdu vit eitt prát við 3 ung fólk frá Elias- ……. Les meira