Monthly Archives: apríl 2011

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. apríl 2011

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. apríl 2011

júst er útkomin.
Orðið fyri dagin var úr 1. Kor. 2, 2: Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan.
Les meira um Cross-Bikers MC Føroyar á www.cross-bikers.com
 

Vertir: Tór Arni Samuelsen og Absalon Áargarð

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Á Bylgjulongd fríggjadagin 23. mars 2012

Á Bylgjulongd fríggjadagin 23. mars 2012

Hjalmar Hansen greiddi frá Landsstevnuni hjá Bláa Krossi, sum verður 23.-25. mars í Missiónshúsinum í Leirvík. Evni fyri stevnuna er ”Fyrimyndir”. Síðani greiddi Hanus á Gørðum frá einum fyrilestri, sum verður leygarkvøldið 24. mars kl. 19.30 við heitinum ”Strongd, ein avbjóðing í parlagnum” við …..

Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 20. apríl 2011

Á Bylgjulongd mikudagin 20. apríl 2011

Sanna Hammer greiðir frá 10-ára hátíðarhaldinum, sum verður í Kelduni í Skálafirði 1. mai, har øll eru vælkomin. Síðani vitjar Poul Færø í sendingini og tosar um 1. og 2. kapitul í Efesusbrævinum.

Um tú ynskir at verða við til døgurðan tann 1. mai, send eitt SMS á tlf. 217141 áðrenn 27. apríl. Døgurðin er ókeypis. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 18. apríl 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 18. apríl 2011

Í sendingini vitjaði Poul Guttesen, sum tosaði um páskavikuna hjá Jesusi. Eisini bleiv tosa um eina møtirøð, sum verður í Lívdini – ”passiónirnar” hjá Kristusi. Preben Hansen stakk eisini inn á gólvið og tók saman um stuðulstiltakið fyri Lindina, sum var leygardagin 16. apríl. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. apríl 2011

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. apríl 2011

Vit hoyrdu Leif Høj greiða frá Páskastevnuni í Kelduni á páskum. Síðani greiddu Anita Tausen og Durita Djurholm frá TeenStreet, sum verður frá 30. juli – 6. aug. Eisini siga tær frá, at Dan og Suzie Potter vitja í Føroyum 6.-8. mai og hava serlig ungdómsmøtir.

Seinasta freist at melda seg til TeenStreet er 25. apríl.
Les meira