Monthly Archives: mars 2011

Á Bylgjulongd týsdagin 29. mars 2011

Á Bylgjulongd týsdagin 29. mars 2011

vit um missóns- og hjálpararbeiði, Balkan hjálpina, sum hon og maður hennara Kalli virka í í Serbia.  Til ber at stuðla Balkan hjálpini fíggjarliga á hesum konti:
Eik:  9181 – 149 70 40 og  Norðoya Sparikassa: 9865- 4183392

Vertur: Erna Háberg

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Á Bylgjulongd mánadagin 28. mars 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 28. mars 2011

Vit høvdu prát við Svenning av Lofti, sum vitjar í Danmark saman við Páll á Lakjuni og Poul Færø. Síðani var prátað við Andreu Isaksen um stuðulstiltakið, sum var 12. mars í sambandi við hjálp til Rumenia. Til seinast hoyrdu vit Ólav Guttesen greiða frá, hvussu gekk við innsamlingini hjá Barnabata, sum var sunnudagin 27. mars. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 22. mars 2011

Á Bylgjulongd týsdagin 22. mars 2011

Fyrst í sendingini høvdu vit vitjan av Peter Hedelund, leiðara av Euroclass, ein alternativur eftirskúlu. Saman við honum vóru 4 næmingar og ein lærari. Tey greiddu frá tilboðunum, sum skúlin hevur. Seinni í sendingini var Sverri Steinhólm, prestur gestur. Tosað varð um tiltakið Nánd, sum verður ……. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 21. mars 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 21. mars 2011

Í dag spældu vit tónleik og prátaðu. Eisini høvdu vit eina spurnarkapping um, hvussu nógvar bøkur í Bíbliuni byrja við bókstavinum J. Vit ringdu eisini til Petur Zachariassen, sum saman við konu og dóttir virka í Kenya. Orðið fyri dagin var …… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 14. mars 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 14. mars 2011

Í dag høvdu vit vitjan av Ruth Gaardlykke, sum greiddi frá arbeiðinum hjá OM í og út frá Føroyum. Eisini greiddi hon frá átakinum Transform, sum verður í Rom 4.-9. juli 2011. Orðið fyri dagin var úr Fil. 3, 14: “… eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti …….. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 11. mars 2011

Á Bylgjulongd fríggjadagin 11. mars 2011

Svenning av Lofti greiddi okkum frá, at Juvel 2 fer ein túr til Hetlands 13.-24. mai, har tað er brúk fyri kokki á túrinum. Síðani greiddi hann frá, at Ebenezerkórið fer á Ísraelsferð á páskum, tað verða umleið 90 ferðandi við. Óli Steinberg greiddi frá tørvinum, tá Juvel 2 ……….
Les meira