Monthly Archives: februar 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 28. februar 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 28. februar 2011

ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu. Einki batar, at tit fara tíðliga upp og seint niður, eta sleipibreyð; alt slíkt gevur Hann vini Sínum, meðan hann svevur! 

Les meira um PREP-skeiðini á heimasíðuni www.grugvan.com
 
Les meira um Petra konsertina á heimasíðuni www.gjamma.com

Vertir: Absalon Áargarð og Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. februar 2011

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. februar 2011

Yvonna Drangberg og Jákup Lind Dam greiddu frá um eitt tiltak, sum Blákrossstovan í Kongagøtu í Havn skipar fyri, sum verður leygarkvøldið 26. februar. Frá kl. 20.00 hetta kvøldið verður kaféin opin, ætlað ungdómi. Síðani vitjaðu Jens Peder Pedersen og Joan Hendrik Hansen í útvarpsstovuni. Jens Peder greiddi frá Åben Kirke í Herning í ….. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 22. februar 2011

Á Bylgjulongd týsdagin 22. februar 2011

Fyrst høvdu vit eina samrøðu við Jenis av Rana, lækna um strongd. Samrøðan varð send fyrstu ferð 12. januar 2009. Seinni í sendingini ringdu vit til Marionnu Jacobsen í Hvannasundi, í sambandi við leiðaraskeiðið ”Ledere i vækst”, sum hon luttekur í. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 21. februar 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 21. februar 2011

Í dag tosaðu vit við Anitu Tausen um TeenStreet 2011, og eisini tosaðu vit við Hanus á Gørðum, prest, um eitt tiltak fyri pør, sum verður í Christianskirkjuni 21. februar kl. 19.30. Orðið fyri dagin funnu vit í Fil. 1, 21: “Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur.” Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 17. februar 2011

Á Bylgjulongd hósdagin 17. februar 2011

Fyrst í sendingini hoyrdu vit samrøður við 2 kvinnur, Marjan Dam og Olgu Magnussen, ið vóru á Kvinnutinginum í Nesvík seinasta vikuskifti. Síðani var gestur í útvarpsstovuni: Marjan Nielsen av Nesi. Vit tosaðu um túr hennara í Cape Town í Suðurafrika, har hon….. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 15. februar 2011

Á Bylgjulongd týsdagin 15. februar 2011

Fyrst hoyrdu vit eitt prát við Margret Mortensen frá seinasta leygardegi í sambandi við Kvinnutingið, sum var í Nesvík. Síðani høvdu vit vitjan av Lene Løbner, ið er byrjað eitt nýtt arbeiði, sum nevnist ”Håb for alle”, har tey rætta eina hond út fyri at hjálpa teimum veikastu í samfelagnum. Eisini tosaðu….. Les meira