Monthly Archives: desember 2010

Á Bylgjulongd hósdagin 23. des. 2010

Á Bylgjulongd hósdagin 23. des. 2010

Í dag høvdu vit telefonprát við Maureen Djurhuus Clarke, sum hevur búð í ymiskum arabiskum londum í meira enn 10 ár. Vit tosaðu um jólaboðskapin og um vísmenninar, ið komu úr Eysturlondum fyri at tilbiðja Jesus-barnið. Eisini høvdu vit gest í útvarpsstovuni, Óla Poulsen, ið er ein av fyrireikarunum av felags nýggjárstiltakinum, ið ….. Les meira

Á bylgjulongd týsdagin 21. desember 2010

Á bylgjulongd týsdagin 21. desember 2010

Saman við Ernu í morgun var Sjúrður Joensen. Fyrst prátaðu tey bæði og spældu jólatónleik. Síðan ringdu tey til Bradford til Hjørdis Háberg Petersen, sum greiddi frá ymiskum jólafyrireikingum har í meinigheitini. Síðan kom Effie Campbel á vitjan, og hon og Erna hugleiddu um jólahald. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 20. des. 2010

Á Bylgjulongd mánadagin 20. des. 2010

Í dag hoyrdu vit frá fleiri tiltøkum, sum verða um jólini. Kristina Hansen segði frá tiltakinum ”Vit syngja jólini inn”, sum verður í Kelduni Tollaksmessudag, Anna Sophia Nordendal greiddi frá tiltakinum fyri einlig ”Jól í Beitinum”, sum verður 1. jóladag, og Kristina Arge greiddi frá ungdómstiltakinum ”Alive Kingsize”, sum….. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 17. des. 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 17. des. 2010

Í dag vitjaði Annlis Bjarkhamar í sendingini og greiddi frá átakinum “Í menniskjum góður tokki”. Eisini hoyrdu vit frá Victor Nielsen, sum greiddi frá einum missiónstiltaki, ið verður í Nebo á Toftum 28. desember. Og so tosaðu vit við Max Weihe, sum greiddi frá altjóða møtinum, ið var í Siloa í Fuglafirði seinasta vikuskifti. Orðið fyri dagin var ….. Les meira

Umveldi 17. desember 2010

Umveldi 17. desember 2010

Fyrst ringdi Preben til John Østergaard Nielsen, Nuuk, at frætta tíðindir úr Grønlandi, nú jólini nærkast. Aftaná ringdi hann til Kurt Christensen, Bornholm, og teir tosa um jól, mentan, forbúk, og at onkur vil hava stórar broytingar, t.d. “nissurnar” út úr kirkjunum. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 16. des. 2010

Á Bylgjulongd hósdagin 16. des. 2010

Vit høvdu vitjan av Bergi Debes Joensen, presti og vit tosaðu um gleðiboðini, ið einglarnir komu til hirðarnar við og um jólagleðina. Eisini vitjaði okkum Yvonna Drangberg, leiðari á Umlættingarheiminum í Grønulíð. Vit skiftu orð um, at heimið hevði 2 ára føðingardag tann 15. desember. Eisini greiddi hon okkum frá, hvussu tey halda jól á heiminum. Les meira