Monthly Archives: november 2010

Á Bylgjulongd týsdagin 30. november 2010

Á Bylgjulongd týsdagin 30. november 2010

At enda varð ringt til Vinjard Magnussen, og tosaðu vit um hugnaliga Jólahúsið við Gil í Sørvági, sum aftur í ár er opið hvønn sunnudag í adventini kl. 15:30-19:00. Umframt 11. desember kl.14:00-21:00.

Fleiri upplýsingar um "den lille hjælper" á www.lillehjaelper.com og tlf. nr.332323.

Vertur: Erna Háberg

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Á Bylgjulongd mánadagin 29. nov. 2010

Á Bylgjulongd mánadagin 29. nov. 2010

Í dag tosaðu vit við Tóru við Keldu um átakið “Í menniskjum góður tokki”, og sangtiltakið, sum verður í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík týsdagin 30. nov. kl. 19.00. Eisini tosaðu vit við Rannvá á Royðitoft um hugnatiltakið í missiónshúsinum á Toftum týskvøldið 30. nov. kl. 19.30, har hon fer at hugleiða um evnið “Tá maðurin og pápin er sjómaður”. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. november 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. november 2010

Vit høvdu vitjan av Ovin Klein Olsen, sum hevur útgivi nýggja fløgu ”Valdið er í tínum hondum”. Útgávukonsertir: 26. nov. kl. 20.00 Vestmanna Kirkja, 27. nov. kl. 19.30 Hoyvíkar Kirkja, 28. nov. kl. 16.00 í Christianskirkjan í Klaksvík. Síðani ringdu vit til Jákup Hansen, sum greiddi frá ungdómssamfelagsmøtunum í Betesda í Klaksvík 26.-28. nov. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 23. november 2010

Á Bylgjulongd týsdagin 23. november 2010

Fyrst høvdu vit eitt prát við Heðin Lamhauge, har m.a. varð tosað um munin ímillum religión og relatión. Seinni ringdu vit til Sølvu Ford, sum nú kemur út við fløguni ”Eg treingi, treingi til tín”. Ein fløga við kendum sálmum. Eisini høvdu vit eitt telefonprát við Ólav á Váli Olsen, sum hevur framleitt fløguna. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 19. november 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 19. november 2010

Yvonna Drangberg greiddi frá um eina nýggja fløgu, sum eitur ”Longsul”, og vit hoyrdu nakrar sangir av fløguni. Síðani greiddi Dánjal Poulsen frá um eitt Ísraelskvøld, sum verður mánakvøldið 22. november kl. 20.00 á Hotel Hafnia. Tað er Vinafelagið Føroyar-Ísrael, sum skipar fyri. Elsa og Rólant í Skorini ….. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 15. november 2010

Á Bylgjulongd mánadagin 15. november 2010

Í morgun tosaðu vit um leyst og fast, lótu lurtarar koma við tónleikaynskjum og lýstu við møtum og øðrum tiltøkum kring landið. Vit tosaðu eisini við Lindu Andrews um konsertferðina, sum hon skal á í ymsum kirkjum kring landið. Orðið fyri dagin var úr 2. Krøn. 1, 7: “Sig, hvat tú vilt, at Eg skal geva tær!” Les meira