Monthly Archives: oktober 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. oktober 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. oktober 2010

Elsa Østergaard greiðir frá einum sangtiltaki, sum verður í Meinigheitshúsinum í Havn sunnudagin 31. oktober kl. 18.00, har Vitin úr Klaksvík kemur at luttaka. Síðani greiðir Niels Pauli Nónstein frá Kristnastovuleguni, sum var 21.-24. november. Til seinast greiðir Jórun Danielsen frá Novemburleguni, sum …….. Les meira

Online hósdagin 28. oktober 2010

Online hósdagin 28. oktober 2010

Gestur okkara hesaferð var Jan Johannesen, og hann sigur her frá sínum lívi. Jan fortelur m.a., hví tey fóru til Kaldbaks at búgva. Hann siguri, at pápi hansara var brandmaður, so tað bleiv eisini ringt heim til teirra, tá tað var brúk fyri hjálp. Hann sigur frá sínum uppruna, og hvat var tað fyrsta, sum hann kann minnast. Hann plagdi….. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 26. oktober 2010

Á Bylgjulongd týsdagin 26. oktober 2010

Í dag kemur nýggj bók út, nevnd ”Dollin. Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna”. Í hesum sambandi høvdu vit eitt prát við Óla Jacobsen, sum hevur skrivað bókina. Seinni kom Jaspur Johannesen í útvarpsstovuna, og tosaðu vit um GLS stevnuna, sum var í Norðurlandahúsinum seinasta vikuskifti 22.-23. oktober. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 25. oktober 2010

Á Bylgjulongd mánadagin 25. oktober 2010

Í sendingini greiddi Preben Hansen frá stuðulssendingini, sum verður í Lindini leygardagin 30. oktober. Vit ringdu eisini til Hannu Andreassen á Eiði, sum greiddi frá Christmas Child tiltakinum, har skógvaeskjurnar skulu verða inni sunnudagin 31. oktober. Og so umrøddu vit bókina hjá Max Lucado ”Facing your giants”, sum á ……. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 22. oktober 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 22. oktober 2010

Jan Joensen greiddi frá Faroe Islands Child Care. Eisini greiddi hann frá einum stuðulstiltaki, sum verður á Seglhúsloftinum á Tvøroyri, leygarkvøldið 23. oktober kl. 19.30. Innsavnan er til barnaheim í India og Uganda. Síðani greiddi Finn Johannesen frá Vilt um ein temadag, sum verður í Meinigheitshúsinum í Vági frá kl. 9-15, har tey ……. Les meira

Online hósdagin 21. oktober 2010

Online hósdagin 21. oktober 2010

Gestir eru Kristian Hansen og Maria Mørkøre. Hoyr guðfrøðing og listakvinnu siga frá í Online. Kristian, ið er guðfrøðingur, sigur hugtakandi frá, hvussu hann møtti Jesusi. Hann er avgjørdur í týdninginum av einføldum bíbliutrúskapi. Maria hevur júst skrivað fyrstu bók sína …….. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 21. oktober 2010

Á Bylgjulongd hósdagin 21. oktober 2010

Fyrst greiða Karl og Maiken Michaelsen úr Tórshavn frá, hvat tey hava fingið burtur úr hjúnarbandsskeiðnum, sum var í Kelduni í Skálafirði við Steen Palmqvist. Síðani er vitjan av Jensu Heinesen, sum er formaður í Sjómanskvinnuringinum í Tórshavn. Hon greiðir frá hvat arbeiði tey gera. Les meira