Monthly Archives: juni 2010

Á Bylgjulongd 16. juni 2010

Á Bylgjulongd 16. juni 2010

Í hesi sendingini høvdu vit eitt prát við Petur Zachariassen. Petur er saman við konnuni í Kenya har tey hava samband við fleiri og fleir fólk ið hava stóran tørv á hjálp.

Um tú ynskir at vera við til at stuðla teimum, so hava tey kontu í Føroya Banka: 6460; 426.093.9 Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 14. juni 2010

Á Bylgjulongd mánadagin 14. juni 2010

Richard Schwartsson greiddi í sendingini frá telduforritinum GLO, sum vit eisini burturlutaðu í sendingini.
Síðani ringdu vit til Absalon Østerø í Nuuk, sum segði frá summarlegunum í Ammalikfjørðinum við Nuuk í Grønlandi. Brúk er fyri hjálparfólki, og meira fæst at vita frá Fríðgerð Mortensen (tlf. 315872) ella Jákup Tindskarð (t-post tindskard@greennet.gl).
At enda í sendingini tosaðu vit við Russ Taff um konsertina, sum var í Klaksvík leygardagin, har hann luttók saman við Vitanum og Betesdakórinum. Eisini tosaðu vit um fløguna, sum verður upptikin í løtuni.
Les meira

Online hósdagin 10. juni 2010

Gestur var Eivind Kolden. Eivind er føddur í Bergen. Hann hevur altíð kent Jesus. Sum 11 ára gamal tók hann ímóti Jesus. Eivind gekk á bíbliuskúla í “Levende ord” í Bergen í 2 ár, har møti hann Kristvør, sum hann í dag er giftur við, og tey eiga 2 børn saman. Eivind fortelur eisini frá, at Harrin grøðir í dag. Eivind hevur verið við í Euroteam 3 ferðir – í Madrid, Berlin/ París, og Rom. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 7. juni 2010

Vit ringdu til Ísland og tosaðu við Victor Dánjalsson, um legurnar á Ástjørn í Íslandi. Eisini tosaðu vit við stjóran hjá Fjarðafestivalinum, Vinjard Johansen. Til seinast tosaðu vit við Torkil Mørkøre um eitt tiltak leygarkvøldið 12. Juni kl. 21.00 í badmintonhøllini í Klaksvík við sangbólkinum Vitin og Russ Taff. Les meira

Online hósdagin 3. juni 2010

Læknar tosa um grøðing. Hoyr Eydnu Eysturskarð og Jenis av Rana siga frá spennandi ráðstevnu í Róm, har luttakararnir vóru læknar, onnur heilsustarvsfólk og trúboðarar úr øllum heiminum. Og sjálvandi biðja tey bæði eisini fyri innkomnu bønarevnunum. Og tey tosa um tað sjálvsagda í at fara til faðirin við sínum trupulleikum, verði tað sjúkur ella onnur av verkum mótstøðumansins. Les meira