Monthly Archives: juni 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. juni 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. juni 2010

Vit hoyrdu um toymismissiónsferðirnar til Ukreina og Kambodja. Vit prátaðu við Andrias Magnussen, sum er leiðari fyri toymið til Ukreina og Anton Højgaard, sum er leiðari fyri toymið til Kambodja. Eisini hoyra vit prát við Frants Jensen um Israelsferðir, sum verða í okt. 2010 og apríl 2011. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 24. juni 2010

Á Bylgjulongd hósdagin 24. juni 2010

Í dag byrjaðu vit við einum práti við Mike Harvey, forsangara í tónleikabólkinum RPM.
Síðani var evnið: Kristnir skúlar. Vit prátaðu við skúlaleiðaran á Bradford Christian School, Mr Moon. Í hesum sama sambandi hoyra vit harafturat samkomuleiðaran í Kelduni, Paula Høj. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 22. juni 2010

Á Bylgjulongd týsdagin 22. juni 2010

Fyrstu gestirnir vóru trý umboð fyri hjálparfelagsskapin “Uganda Child Care”, Joan Sørensen, Helle Poulsen og Annelise.
Síðani høvdu vit vitjan av Niclas Johannesson úr Skopun, sum segði frá, hvussu Jesus hevði sett hann fullkomiliga í frælsi frá rúsevnum. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 21. juni 2010

Á Bylgjulongd mánadagin 21. juni 2010

Hesuferð varð sent frá Zarepta á Vatnsoyrum. Har var familjulega. David á Lakjuni, Tinna Eliasen, Vár Færø og Pætur á Roykheggi vóru nøkur børn, sum vit tosaðu við. Síðani hoyrdu vit prát við Andreu á Roykheyggi og Beintu Áargarð, sum eru við til at gera okkurt til børnini. Til seinast prátaðu vit við John í Skemmuni um Zarepta sum heild, og legurnar sum verða í summar. Les meira

Umveldi fríggjadagin 18. juni 2010

Umveldi fríggjadagin 18. juni 2010

Í dag hevði verturin samrøðu um telefonina við Paula Høj, samkomuleiðara í Kelduni. Teir tosaðu út frá evninum ”Kom Jesus fyri at stovna eina nýggja religión, ella helt hann fram út frá jødadóminum”?
Síðan kom Richard Schwartsson á gátt, og hann ummældi bøkur. Teir báðir Richard og Preben samtalaðu eisini um ymisku bøkurnar. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. juni 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. juni 2010

Fyrst tosaðu vit við Flemming Windfeld um TIM – Teens in Mission, sum verður í Danmark 4.-10 aug.
Ruth Gaardlykke greiddi eisini frá Teenstreet, sum eisini verður í august mánað.
Terje Vestergaard greiddi frá um eina Gospelkonsert, sum verður í Løkshøll fríggjadagin 18. juni kl. 21.00 Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 17. juni 2010

Á Bylgjulongd hósdagin 17. juni 2010

Fyrst ringdu vit til Ísraels og prátaðu við Dánjal Poulsen í sambandi við at hjálpa jødum heimaftur til Ísraels. Síðan sendu vit prát við 2. samkomuleiðara í ALC, Bradford, Charlotte Gambill. At enda høvdu vit vitjan av donsku Lene Løbner og dóttrini, Anne og føroysku Jónu. Tær tosaðu um Guds umbroytandi kraft. Les meira