Monthly Archives: mai 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 28. mai 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 28. mai 2010

Eyðun Jacobsen greiddi frá tí seinasta nýggja frá Fjarðafestivalinum, sum er frá mánadegnum 31. mai til sunnudagin 6. juni. Rúni Hentze og Rúna Sivertsen greiddu frá um eina stuðulskonsert til frama fyri ABC Barnahjálp í Liberia, sum verður í Christianskirkjuni í Klaksvík leygarkvøldið 29. mai kl. 19.30 Les meira

Umveldi fríggjadagin 23. apríl 2010

Umveldi fríggjadagin 23. apríl 2010

Rógvi Joensen var gestur. Tosa varð um “náði”. Rógvi vísti á, at Guds náði er so nógv størri enn vit menniskju kunnu fata. Náði heldur okkum í røttum sambandi við Skapara okkara. Náði vísti Jesus okkum á krossinum. Les meira

Online hósdagin 27. mai 2010

Gestur í sendingini var Jógvan Steintún úr Sørvági. Jógvan bleiv frelstur í vekningini í 70´unum sum 15 ára gamal. Hann fekk ein dreym, at hansara tænasta skuldi blíva at tala Guds orð, tað bleiv so. Hann var í bíbilskúla 1/2 ár í Noregi, har upplivdu tey Guds vælsignilsir, bæði andaliga og økonomiskt. Seinni fór hann til Danmarkar at lesa samman við síni famiju – tey eiga 6 synir – har tey aftur merktu Guds vælsignilsir og kærleika. Jógvan skrivar nógv bæði yrkingar og smásøgur. Í dag ferðast Jógvan nógv runt í Føroyum og talar Guds orð. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 25. mai 2010

Á Bylgjulongd týsdagin 25. mai 2010

Elsa Hansen og Kristina Arge greiddu frá teirra túri, sum fjakkarar kring heimin. Símun Absalonsen var við í táttinum “Hvønn týdning hevur Bíblian fyri teg”. At enda greiddi Ása Bech frá bíbliuskúla (Powerskúla), sum hon hevur verði á í Danmark. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 20. mai 2010

Mia Av Kák greiða frá um Hvítusunnustevnu, sum er í Libanon í Sørvagi frá 21.-24. mai. Síðan hoyrdu vit prát við Eyðun á Lakjuni um eina konsert, sum Siloakórið hevur í siloa í Fuglafirði 2. hvítusunnukvøld kl. 20.00. At enda hoyrdu vit prát við Oddvør Johansen og Heina Lutzen, har Heine fer at hava útgávukonsert í Hoyvíkar kirkju 2. Hvítusunnudag kl 20.00 Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 17. mai 2010

Í dag vitjaði Halldóra Krett Johansen, sum segði frá ráðstevnuni Jesus Kvinnur 2010, sum verður í Oslo 28. og 29. mai, har Lisa Bevere og Anne Christiansen fara at tala á ráðstevnuni. Ætlanin er at skipa fyri einum felags túri úr Føroyum til ráðstevnuna. Eisini høvdu vit vitjan av Jens Bech, sum greiddi frá verkinum og summarlegunum á Zarepta. Les meira

Umveldi fríggjadagin 14. mai 2010

Umveldi fríggjadagin 14. mai 2010

Gestir í sendingini vóru Timothy og Sieng Lai úr Kambodja. Thimothy og Sieng Lai eru bæði uppvaksin sum buddhistar í Kambodja. Tey greiða í sendingini frá, hvussu tey har yviri komu í samband við tey kristnu, komu til trúgv á Jesus Kristus og vórðu doypt. Síðan greiða tey frá, at Gud hevur opinberað fyri teimum, at hann hevur eina ætlan við Føroyum og Kambodja……. Les meira