Monthly Archives: apríl 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 23. apríl 2010

Vit tosaðu við Torleif Johannesen um landsstevnuna hjá sjómansmissiónini, sum er í vikuskiftinum. Jákup Justinussen greiddi frá um eina várlegu, sum verður í Hvalba 30 apríl til 2 maj. Eisini vitjaði Victor Carlsen í útvarpstovuni og greiddi frá um MC gudstænastuna, sum verður í Mariukirkjuni í Havn leygardagin 24 apríl. Les meira

Online hósdagin 22. apríl 2010

Online hósdagin 22. apríl 2010

Knút Dalsgaard, Danjal L. Bærentsen og Arnold Jacobsen vóru gestir. Kærleikin til Jesus er teirra alt. Hetta kvøldið ringdi ung genta inn og møtti Jesusi sum Frelsara og vini sínum. Lat teg smitta av kærleikanum tey hava til hann, ið gevur lívið teirra innihald. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 19. apríl 2010

Práta verður við Elisabeth Mortensen um legu fyri fólk við breki, sum verður á Zarepta frá 29. apríl til 2. mai. Gurið Justinussen, Tordis Gardlykke, Ruth Gaardlykke, Anita Tausen og Maj Laksafoss Simonsen vitjaðu í útvarpstovuni og greiddu frá um TeenStreet. Les meira

Umveldi fríggjadagin 16. april 2010

Umveldi fríggjadagin 16. april 2010

Hendan fríggjadagin vóru Malena og Jens Meitilberg gestir í Lindini. Tey greiddu frá, hvussu Gud kallaði tey til Kenya, har tey í 5 ár vóru knýtt at einum barnaheimi í Nakuru. Í økinum er kirkja, skúli og so hetta barnaheimið, har Malena og Jens arbeiddu, og annars aðrir aktivitetir fyri børn og vaksin. Les meira