
Í sendingini tosaðu vit við Eiler Hansen um páskamøtir, sum verða í Siloa í Fuglafirði og í ítróttarhøllini á Kambsdali. Síðani tosaðu vit við Regin Høgnesen um páskamøtir, sum verða í ítróttarhøllini í Runavík. At enda fingu vit vitja av barnakórinum hjá Frelsunarherinum í Vági. Vit prátaðu við bæði sangarar og leiðarar, og tey sungu eisini fleiri sangir fyri okkum.
Les meira
Heine Lutzen greiðir frá síni nýggju fløgu, sum eitur “Sálmar” og vit hoyra nakrar sangir úr fløguni. Jóni Johannesen og Trygvi Dam siga frá um páskastevnuna, sum verður í Oasuni, har Anna og Stephan Christiansen koma at luttaka. Les meira
Guttorm Joensen sigur eitt sindur frá um barnaarbeiði. Anni Fjalsá greiðir frá einum túrið, sum hon hevur verði í Egyptalandið. Les meira
Martin Mohr í Grund var gestur. Hann syngur sum eingil, eisini egnar sangir. Martin sigur frá Frelsara sínum – og vit hoyra um brúdleypið, sum verður í summar. Eisini syngur hann nýggjan sang, hann júst hevur gjørt. Les meira
Í morgun lósu vit Essais kapittul 53 og vit spældu sangir við atliti til páskirnar. Seinni kom so Poul Færø á gátt í Lindini. Les meira
Hilda Viderø greiðir frá at hon skal til Liberia fyri ABC barnahjálpina við serligum arbeiðsuppgávum. Knút Dalsgaard, Dánjal L. Bærentsen og Mourits Clementsen siga eitt sindur um tað, sum Harrin ger ímillum ungdómin í Lívdini. Les meira
Vit hoyra um eitt tónleikaskeið, sum hevur verði í Lívdini, har práta verður við ymisk sum luttóku m.a. Jógvan Zachariassen. Preben Hansen sigur eitt sindur um hvussu tað gekk við stuðulsendingini, sum var í Lindini leygardagin 20. mars. Les meira
Í morgun lósu vit í fyrra parti av sendingini úr Matteus 26 og Lukas 22. I seinna parti av sendingini kom Poul Færø á vitjan. Les meira
Í dag hevði Preben Hansen forvitnisliga samrøðu við Una Næs, dómpróst. Hann greiddi frá nøkrum av teimum uppgávum, starvið sum dómpróstur kann hava við sær. Eitt sera fjølbroytt arbeiði. Vit geva okkum kanska ikki vanliga far um, hvussu nógv ymist hetta starvið fevnir um. Les meira