Monthly Archives: januar 2010

Umveldi fríggjadagin 29. januar 2010

Umveldi fríggjadagin 29. januar 2010

Preben ringdi til John Østergaard í Nuuk at frætta tíðindir haðani.  Nú er umleið eitt ár farið, síðan Kristiliga Útvarpið fór undir arbeiðið har yviri.  Aftaná at vanligu byrjanartrupulleikarnir vóru lidnir, hevur alt gingið uppá stás.  Sum vanligt nevndi hann aftur hesuferð stóra takksemið, tey føla fyri hjálpina –  bæði peningaligu og paraktisku – úr Føroyum.  Tey fáa nógvar gleiðligar afturmeldingar frá lurtarum –  tiltakið er sera væl móttikið av fólkinum. Jógvan Zachariassen tosði sera áhugavert m.a. um, hvat rørir seg í samkomuni og um, hvat hann metir sum størstu avbjóðingarnar sum samkomuleiðari.

Vertur: Preben Hansen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Á Bylgjulongd fríggjadagin 22. jan. 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 22. jan. 2010

Fyrst prátaðu vit við Hera Kjærbo, um missiónsvikuna í Meinigheitshúsinum í Havn, sum er frá 24.-31. jan. Síðani vitjaði Heri Simonsen frá Rás 2, har Lindin og Rás 2 samsendu eina løtu. Til seinast prátaðu vit við Eyðun Jacobsen um Fjarðafestivalin, sum verður frá 31. mai til 6. juni. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 21. jan.  2010

Á Bylgjulongd hósdagin 21. jan. 2010

Sendingin í morgun var merkt av at tað í dag eru 10 ár síðan vit fyrstu ferð sendu. Óli Breckmann var á vitjan.Vit tosaðu um hesi 10 árini. Síðani var Preben Hansen gestur. Hann segði okkum frá hátíðarhaldinum, sum verður komandi leygardag. At enda var Tór Arni í útvarpsstovuni. Hann starvast dagliga í Lindini. Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 20. januar 2010

Á Bylgjulongd mikudagin 20. januar 2010

Í sendingini í morgun var lisið úr skriftini við støði í 2. Kor. 8.9: “Tit kenna jú náði Harra okkara Jesu Krists, at Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldu verða rík.”
Seinni í sendingini kom Poul Færø og var hann upptikin av “Trúgv, vón og kærleika” Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 18. jan. 2010

Á Bylgjulongd mánadagin 18. jan. 2010

Í sendingini í morgun tosaðu vit við Andreas Andreassen um eina toymisferð til Nuuk í Grønlandi. Eisini vitjaðu vit á Zarepta, har samkoman í Hebron í Lorvík hevði vikuskiftislegu, og vit prátaðu við Andrew Djurhuus og Símin J. Hansen, sum eru tveir av monnunum handan Gjamma. Les meira

Umveldi fríggjadagin 15. januar 2010

Gestir í hesari sending vóru Marner við Skipá, Oddmar á Steig og Svenning av Lofti. Teir vóru allir við frá byrjanini, og teir hugleiða her um tíðina, tá roynt varð at fáa gongd á Lindina sum útvarpsstøð. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. jan. 2010

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. jan. 2010

Alfred Olsen greiddi fyrst í sendingini frá, at tað verður ein Blákrossfest í Tabor á Toftum, sunnudagin 17. jan. kl. 17.00. Síðani hoyrdu vit um toymisferðir hjá Heimamissiónini í summar. Vit prátaðu við Gullak Hansen, sum er leiðari fyri toymi fyri Føroyar og Andrias Magnussen, sum er leiðari fyri toymi til Ukraina. Les meira