Monthly Archives: desember 2009

Á Bylgjulongd týsdagin 22. des. 2009

Á Bylgjulongd týsdagin 22. des. 2009

Fyrst prátaðu vit við Kára Hammer um at Bethel í Vági er 100 ár. Erla Berghamar greiddi frá Ritstovuni. Ingi Jacobsen greiddi frá einari nýggjárs-ungdómskonsert, sum verður í Løkshøll í Runavík 28. des. kl. 20.00. Til seinast greiddi Jógvan við Keldu frá nøkrum tiltøkum, sum 17 sangarar skulu luttaka í Klaksvík um jólini. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 21. des. 2009

Á Bylgjulongd mánadagin 21. des. 2009

Fyrst høvdu vit vitjan av bispi, Jógvan Fríðriksson, hann tosaði um evni: Nærvera (at vera tilvitandi hjástaddur), at liva í nú’inum. Síðani vitjaði Maureen Djurhuus Clarke, trúboðari. Práta var um tað hon upplivdi, áðrenn tey fóru úr Vesturafrika við støði í mentanini í miðeystri, tosa um støðuna hjá Mariu móðir Jesu. Les meira

Umveldi fríggjadagin 18. desember 2009

93 ára gamli Jógvan Gerðalíð í Klaksvík fortaldi um jól og nýggjár í hansara barna- og ungdómsárum og annars ymist frá egna lívi sínum. Leif Erik Niclasen var á gátt og greiddi frá hjálpartiltakinum “Hjálpin”. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 14. des. 2009

Á Bylgjulongd mánadagin 14. des. 2009

Svenning av Lofti greiddi frá einari jólahugnaløtu, ið Sinnibati skipar fyri, sum verður í Perluni í Tórsgøtu í Havn týsdagin 15. des. kl. 15.00-18.00. Vit høvdu eisini eina samrøðu við Edith Mørkøre, har hon hevur framsýning, í Dr. Jacobsensgøta 5, í miðbýnum í Havn. Eisini ringdu vit til Grønland og tosaðu við John Østergaard Nielsen um ein nýggjan jólakalendara “Julekalender for voksne” og ymisk annað ið hendur í Grønlandi. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 11. des. 2009

Á Bylgjulongd fríggjadagin 11. des. 2009

Thomas Juul Askham greddi frá stuðulskonsertini, sum verður í Oasuni leygarkvøldið 12. des. kl. 19.30. Ella Niclasen greiddi frá Skandinavisku Barnamissiónini, har tú kanst keypa eina geit fyri 200 kr. og hjálpa einari familju í Sambia. Victor Carlsen og Sofus Hansen greiddu frá endurútgávuni av “Míni Jól” á fløgu. Les meira

Á bylgjulongd hósdagin 10. desember 2009

Á bylgjulongd hósdagin 10. desember 2009

Í morgun ringdu vit til Ernst Magnussen í samband við eina bókasølu, sum heimamissiónin skipar fyri á torginum í Miðlon. Síðani kom Samuel Jacobsen á gátt og segði frá einari nýggjari DVD-fløgu av Nashville-konsertini, sum var í Ítróttarhøllini á Hálsi í august í ár. At enda fingu vit vitjan av Tummasi Jacobsen. Les meira